Maersk Air slær egið met

Ferðafólkatalið á uttanríkisrutunum hjá Maersk Air vaks fjórðu vikuna á rað og setti aftur nýtt met

Maersk Air boðar í tíðindaskrivi frá, at fjórðu viku á rað setti felagið í viku 27 nýtt ferðafólkamet á uttanríkisrutunum.

Sagt verður, at hesa vikuna ferðaðust 25.199 ferðafólk við Maersk Air. Tað er ein vøkstur upp á 21% í mun til somu viku í fjør.

Tað er tó ikki bara á uttanríkisrutunum samanlagt, at met verða sett. Eisini á teimum einstøku rutunum er vøksturin so stórur, at hann setir met. Nevndar verða ruturnar København - Kristiansand, København - Lissabon og København Venezia.

Sagt verður, at tá komandi nýggju ruturnar koma upp í ferðaætlanina, verður ferðafólkatalið væntandi enn størri. Nýggju ruturnar, nevndar verða, eru til ávikavist Kairo og Istanbul.

Upplýst verður ikki, nær tær ruturnar byrja. Men av upplýsingardeildini hjá Maersk Air verður sagt, at tað verður í samband við vetrarferðaætlanina. Vetrarferðaætlanin kemur í gildi 28. oktober, men ikki er vist, at nýggju ruturnar byrja beinaveg kortini, verður sagt hjá Maersk Air í København.


ejoacute;rn um broytt viðurskifti millum Føroyar og Danmark, tað hevði verið nokk at fingið eitt danskt uppskot faxað út í Tinganes til undirskrivingar, tí har góðtaka tit alt beinanvegin, tað hava tit prógvað til fulnar, so har er einki at samráðast um ? og at avreiða eitt heilt land við einum pennastroki skuldu tit helst eisini klárað. Tað er frælsisstríðið, sum krevur samráðingar, og har er nógv at samráðast um.

Eg dugi ikki at fata, at tað er so rívandi galið at taka ábyrgd av sínum egnu viðurskiftum? eitt annað, sum eg eisini kundi hugsað mær at vitað er, hvat er stórbæri í at fáa pening og lata vald frá sær, ella hvussu ein kann hava sum politiskt endamál at tryggja, at vit ikki skulu gerast sjálvbjargin og hava sjálvstýri í Føroyum, skiljið tað hvør ið vil? ? men tað er sambandspolitikkur við stóra S.

Jú, so sanniliga er nógv at samráðast um, men tað er ein fortreyt, at mótparturin vil samráðast, og sjálvt tá vit hava upplivað at stjórnin leggur seg tvøra og ikki vil viðgera eina rímuliga skiftistíð ? sum einki hevur við biddaragongd at gera, sjálvt tá kemur afturhaldið við eftirklókskapinum í reinum sambandsanda og niðurger samráðingarnevndina, sum helst ikki kundi verið betur umboðað og hálovar mótspælinum frá donsku stjórnini.

Men hóast tað, so er endamálið við samráðingum eitt land ? okkara land Føroyar, harra Atli Hansen.


Áki Andreasen