Kendi tanski tónleikarin og skemtarin, Sigurd Barret, vitjar í Føroyum um vikuskifti. Hann vitjar Føroya Symfoniorkestur í sambandi við Barnafestivalin. Í hesum sambandi verður skipað fyri tveimum solokonsertum við Sigurd Barret.
Tann fyrra konsertin verður í Læraraskúlahøllini sunnukvøldið og tann seinna í Ósáskúlanum í Klaksvík mánakvøldið.
Konsertfelagið vísir á, at virksemið hjá Sigurd Barrett fevnir víða, og hann virkar bæði sum klassiskur tónleikari, jazztónleikari, undirhaldstónleikari, tónasmiður, skemtari og rithøvundur.
Serliga kendur er hann frá sendirøðunum, Sigurds Bjørnetime, sum verður sagt at vera framúr barnasjónvarp, og Hit Med Sangen, í DR.
Á konssertunum í Føroyum, ið bæði fevna um klassiskan, og meira undirhaldandi tónleik, fer Sigurd at blanda tónleik og skemt saman á ein undirhaldandi hátt.
- Ein partur av skránni finnur hann upp á so hvørt, og tá verður hjá áhoyrarum at fáa Sigurd at improvisera yvir løg, sum áhoyrarar skjóta upp.
Við at trýsta á pílin, hoyrist eitt brot á Youtube, har Sigurd Barret er at hoyra á eini barna-jólakonsert saman við symfoniorkestrinum hjá danska kringvarpinum.