Eitt oljufelag, ið bjóðar kundum sínum oljusparandi loysnir, ljóðar eitt sindur mótsigandi, men tað er júst hetta, ið Magn er farið undir.
Magn hevur tikið stigið fult út og er farið inn í eitt samstarv við Demich um at veita allar orkuloysnir, og hvussu er so hetta samstarvið komið í lag?
- Vit sóu ein tørv á at hava eitt samstarv á føroyska marknaðinum, sum kundi veita allar orkuloysnir á einum stað. Tað var tosað so nógv um ráðgeving til kundarnar, og ofta eru tað sera torskild og trupul viðurskifti, vit hava við at gera, og vit komu til ta niðurstøðu, at tað ber ikki til at veita óhefta ráðgeving, um vit ikki seldu allar orkuloysnir sjálvir, sigur Hendrik Egholm, stjóri á Magn.
- Tað var tí við hesum fyri eyga, at Magn setti seg í samband við Demich.
Saman kunnu vit veita øll sløg av orkuloysnum, installering og servicering. Tað vil siga, at tú fært alt á einum stað, og við hesum í rygginum kunnu vit fara út til kundan og við góðari samvitsku geva eina óhefta ráðgeving, sigur Hendrik Egholm.
Hann sigur, at fyri Magn er tað sum so líkamikið, hvat teir selja, bara kundin er nøgdur.
Samstarvið fer fram á tann hátt, at tá ein kundi – verandi ella nýggjur – ynskir at fáa ráðgeving, fer fólk frá samstarvinum út til kundan og greiðir frá. Er talan um ein verandi kunda verður sjálvandi hugt eftir, hvussu oljunýtslan hevur verið, og síðani verða øll viðurskifti í húsunum kannað.
- Út frá hesum verður so mett um, hvør besta loysnin er, og tað er ógvuliga ymiskt frá húsi til hús. Tað kann verða til dømis at skifta ketilin út, ella mælt verður til at skifta til hitapumpu. Í øðrum førum – um fólk eru grønt mindað – eru sólfangarar ein loysn saman við ketli ella hitapumpu, sigur Hendrik Egholm.
Óheft ráðgeving
Stjórin á Magn heldur, at hetta er eitt rák, ið kenst aðrastaðni frá, sjálvt um tað kanska ikki er so serskilt hjá oljufeløgum uttanlands enn, sum tað er hjá Magn.
- Hetta er ikki nakað, vit hava sæð uttanlands, men eg ivist onga løtu í, at tað finst, tí vit eru neyvan teir fyrstu, ið hava hugsað hendan tankan, sigur Hendrik Egholm.
Hann sigur, at hetta fyrst og fremst er ætlað føroyska marknaðinum.
- Tað hevur veirð so nógv tos um ráðgeving, og um hvat tað rætta er. Sjálvur helt eg, at tað var rættiliga tengt at, hvat tú sjálvur seldi, og tá tú so fer inn í eitt samstarv sum ger, at tú sjálvur kanst selja alt, so hvr tú eisini grundarlagið fyri óheftari ráðgeving, sigur Hendrik Egholm.
Hann sigur, at tá kann tað fyri so vítt gera tað sama, um tú selur olju ella eina hitapumpu, og tá kann kundin fáa júst tað, ið dekkar hansara tørv.
Skal eitt samstarv verða nøktandi er neyðugt, at báðir partar fáa nakað burtur úr, og tað heldur stjórin á Magn, at teir fáa.
- Vit eru teir fyrstu, ið bjóða kondenserandi ketlar á føroyska marknaðinum. Hetta eru serliga oljusparandi ketlar, og tað merkir sjálvandi, at vit selja minni olju, men hinvegin er tað jú soleiðis, at betri og oljusparandi ketlar ofta eru dýrari enn teir vanligu ketlarnir, so tá gjørt verður upp, gongur tað ofta út upp á tað sama, sigur Hendrik Egholm.
Hann sigur, at Magn sær tað sum sína skyldu at verða við til at ávirka orkumarknaðin í Føroyum.
- Oljan fer ikki at verða høvuðsorkukeldan til upphitan av sethúsum forever. Vit síggja tað sum okkara skyldu at verða við til at menna marknaðin og verða við, har tað hendir. Tá vit so hava útvegað okkum innlit í øll orkuverk, sum sethús brúka, so kunnu vit saman við Demich veita eina fullkomiliga óhefta ráðgeving. Og tað vænti eg fer at broyta mátan, fólk síggja okkum upp á og eisini hugin at handla við okkum, sigur Hendrik Egholm, stjóri á Magn.