Heini avloysir Børga

Allir uttan ein av teimum, sum vóru millum teir fyrstu ellivu í Göteborg, vera á vøllinum frá dystarbyrjan í kvøld

Nú eru tað trý korter, til fyrsta bríksl verður á Tórsvølli, har Magne Hoseth og KÍ hava vitjan av Molde.

 

Áhugin fyri at síggja dystin er heilt stórur. Á bíleggingarskipanini sæst, at mest sum øll setur eru bíløgd. Tað vil ikki siga, at fólk vera í øllum setrunum í kvøld. FSF eigur rætt til rættiliga nógv pláss í øllum dystum, sum vera spældir á Tórsvølli. Atgongumerkini til hesi setrini lutar FSF út til millum annað stóru stuðlarnar hjá Fótbóltssambandinum, og so er tað upp til stuðlarnar at lata atgongumerkini víðari.

 

Nú er tað greitt, hvørjir ellivu vera á vøllinum frá fyrsta bríksli. Magne Hoseth hevur sett teir somu ellivu at manna liðið, sum vóru við frá byrjan í Göteborg. Undantakið er, at Heini Vatnsdal er í miðverjuni, og at Børge Petersen er á beinkinum. Í Göteborg var Heini ikki nóg birgur at vera millum teir fyrstu ellivu.

 

Á beinkinum: Markus Pettersen, Patrick Da Silva, Mads Bo Mikkelsen, Páll A. Klettskarð, Jonn Johannesen, Sivert Gussiås, Símun Kalsø, Børge Petersen, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Hallur Hansson, Issah Ahmed Latif

 

 

 

##med2##