KÍ kappast við bestu norsku deildina

Fyrrverandi norski landsliðsspælarin Magne Hoseth fer at avloysa Mikkjal Thomassen í starvinum sum venjari hjá KÍ

Tað er ein norðmaður, sum nú fer at venja KÍ. Tað upplýsir KÍ á tíðindafundi júst nú.

 

Hann er ikki heilt ókendur við KÍ. Á tíðindafundinum sigur hann, at hann hevur fylgt við føroyskum fótbólti og KÍ síðani 2003, tá ið hann var á Molde liðnum, sum spældi  ímóti KÍ.

 

Hann sigur, at spælskipanin hjá honum fyrst og fremst er 4-3-3.

 

Magne Hoseth, sum er 42 ára gamal, spældi í síni tíð við FCK, har klaksvíkingurin Todi Jónsson eisini spældi.

 

Magne Hoseth kennir væl Kurt Mørkøre, fyrrverandi stórspælaran hjá KÍ, sum nú býr í Norra.

 

Magne Hoseth var íár hjálparvenjari hjá Kristiansund, sum fyri stuttum flutti niður úr bestu norsku deildini. Sáttmálaskeiðið í Kristiansund verður liðugt á nýggjárinum.

 

Magne Hoseth flytur í næstu viku saman við familjuni til Klaksvíkar at  búgva.

 

-Fótbóltur er undirhald, og vit í KÍ fara at undirhalda. Verjan verður væl skipað, og tað verður álopsfótbóltur, sigur nýggi KÍ venjarin Magne Hoseth úr Noregi beinleiðis á tíðindafundinum hjá KÍ.

 

Sáttmálin millum Magne Hoseth og KÍ er galdandi fyri tvey tey næstu árini - 2023 og 2024.

 

-Vónandi fer tað at eydnast at lyfta yvirleggjaran uppaftur hægri enn tað, sum vit longu hava gjørt, sigur KÍ formaðurin Tummas Lervig, og hann heldur fram:

 

-Tað hava verið fleiri enn fimm venjarar, sum hava verið upp á tal. Trupulleikin hevur verið, at vit hava kappast við bestu norsku deildina um venjararnar. Men Magne Hoseth gav beinanvegin til kennar, at um hann fekk møguleikan at taka av venjarastarvinum í Klaksvík, so fór hann at taka av, sigur Tummas Lervig.

 

Magne Hoseth gav á tíðindafundinum til kennar, at hjá honum er høvuðssetningurin saman við KÍ at vinna pláss í europeiskum bólkaspæli.