Magnus Egilsson: Hetta er størsta lopið

FM1: - Lopið til A-landsliðið er størri enn hini, sigur Magnus Egilsson

24 ára gamli Magnus Egilsson úr HB er á fyrsta sinni úttikin til A-landsliðið. Hann er millum teir 23 spælararnar, sum skulu spæla Nations League landsdystirnar móti Malta og Kosovo 7. og 10. septembur. 

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Landsliðið hevur altíð verið ein dreymur. Sjálvandi hevur tað tað, og vónandi er tað eisini tað fyri allar teir føroysku spælararnar. Eg havi verið við gjøgnum øll ungdómslandsliðini, men lopið upp til A-landsliðið er væl størri enn hini. Tað er eitt sindur undarligt beint nú, men eg eri ordiliga stoltur, sigur Magnus Egilsson.

 

Eins og liðfelagin úr HB, so er talan um eitt vikuskiftið við niðurtúri og upptúri. Leygarkvøldið tapti HB steypafinaluna fyri grannunum úr B36, men sunnukvøldið komu landsliðsboð.

 

- Eg havi tað fínt. Vit høvdu sjálvandi dyst leygardagin, men eg royni at læra at deila upplivingarnar upp. Hatta er farið og hetta er nú. Tað var eitt sindur undarligt, men sjálvandi bleiv eg glaður. Eg haldi, at mann skal duga at skilja í millum, so eg eri stolur og glaður nú, sigur vinstri bakkurin hjá HB

 

Les eisini: (FM1) Tí eru U21-landsliðsspælararnir ikki við

 

Nations League dysturin móti Malta verður 7. septembur á Tórsvølli, meðan dysturin móti Kosovo 10. septembur er á útivølli.

 

Hópurin:

Gunnar Nielsen, FH (ICE)

Teitur Matras Gestsson, HB

Kristian Joensen, KÍ

Atli Gregersen, Víkingur

Odmar Færø, B36

Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)

Jógvan Rói Davidsen, HB

Sonni Ragnar Nattestad, Molde BK (NOR)

Alex Mellemgaard, B36

Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DEN)

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Magnus Egilsson, HB

Kaj Leo í Batrtalsstovu, ÍBV (ICE)

Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)

Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)

Tróndur Jensen, HB

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)

Brandur Hendriksson Olsen, FH (ICE)

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)

Finnur Justinussen, Fremad Amager (DEN)

Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (GER)

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ