Magnus løgtingsmaður og Tobbi borgarstjóri

Runavík fær nýggjan borgarstjóra – og Sambandsflokkurin nýggjan tingmann

Runavík fær nýggjan borgarstjóra – og Sambandsflokkurin nýggjan tingmann

 

Vit kunnu við vissu staðfesta, at Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík, verður nýggjur løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Hann hevur higartil fyri flestar atkvøður á sambandslistanum 480 atkvøður.

 

Hann hevur boðað frá, at hann gevst sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu á nýggjárini. Og so kunnu vit bara gita, at Tórbjørn Jacobsen, sum ikki stillaði upp til løgtingsvalið hesaferð – og sum er varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu, verður nýggjur borgarstjóri í Runavík á nýggjárinum.