Magnus Rasmussen sker ígjøgnum og gevur greið boð

Hann hevur givið Jenisi av Rana, og Umhvørvisstovuni, greið boð um, hvørji rættindi sammøður hava

Sammøður hava sama rætt um øll onnur foreldur at navngeva síni børn. Tað staðfestir Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, sum umsitur navnalógina, enn eina ferð.

 

Tað sama staðfesti hann fyri einum mánað síðani, men síðani hevur ósemja tikið seg upp um málið, tí fyribls vildi Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, sum umsitur fólkakirkjuna, vildi ikki fylgja hesi tulkingini. Sostatt hava prestarnir kring landið fingið boð um, at børn kunnu ikki verða skrásett í kirkjubókunum við eftirnavinum á sammóður síni. 

 

Les meiri her: Sammøður hava akkurát sama rætt sum onnur foreldur

 

Málið er eitt sindur fløkt, tí navnalógin hoyrir undir Magnus Rasmussen, og tað er eisini hann, sum hevur tulkingarrættin, og sum sostatt ger av, hvussu lógin skal tulkast. Men tað er Umhvørvisstovan, sum umsitur navnalógina fyri hann og tey hava boðað frá, at fyrr enn navnalógin er broytt, kunnu børn ikki fáa eftirnavnið hjá sammóður síni.

 

Jenis av Rana hevur sostatt boðað frá, at hann er í samskifti við Magnus Rasmussen um málið og eitt, hann vil hava greiði á, er, hví Umhvørvisstovan, sum umsitur málið fyri landsstýrismannin, tulkar málið heilt øvugt av tí, sum landsstýrismaðurin sjálvur tulkar lógina. Avleiðingin er, at higartil hevur tað ikki borið til at geva børnum eftirnavnið á sammóður síni.

 

Les meiri her: Tí kann eitt barn ikki fáa eftirnavnið hjá sammøður síni

 

Tí hevur verið spurt, hví ikki løgmaður sker ígjøgnum og ger av, hvussu mannagongdin skal vera.

Bárður á Steig Nielsen staðfestir stutt og greitt, at tað er Magnus Rasmussen, sum umsitur navnalógina, og tað er hann, sum skal gera av, hvussu hon skal tulkast og tað skulu aðrir myndugleikar lagað seg til

 

Og løgmaður sigur, at so seint sum í gjár hevur Magnus Rasmussen givið Umhvørvisstovuni boð um, hvussu navnalógin skal tulkast, og hon skal tulkast soleiðis, at sammøður hava somu rættindi, sum onnur foreldur. Hann hevur eisini grundgivið fyri lógin skal tulkast soleiðis og somu boð eru eisini send Jenisi av Rana, landsstýrismanni í mentamálum, sum umsitur fólkakirkjuna.

 

Løgmaður sigur, at sostatt skuldi málið verið avgreitt, so at sammøður fáa sama rætt sum øll onnur foreldur, tí soleiðis skal lógin tulkast, sambært Magnusi Rasmussen.