Majkin Olsen 25 ára starvsdag

Millum starvsfólkini sum vórðu heiðraði við blómum og gávum á samkomu hjá Føroya Fiskavirking 4. februar 2004 var Majkin Olsen úr Havn, sum hevur arbeitt á virkinum í meira enn 25 ár

Majkin er 46 ára gomul og úr Havn, dóttir Jóhannu, f. Poulsen, av Oyrabakka, og Ejler Eysturtún í Havn.

Eftir lokna skúlagongd, sum 16-17 ára gomul, byrjaði Majkin at arbeiða á Bacalao. Hon hevur staðið við flakalinjurnar og havt ymiskar aðrar uppgávur á virkinum. Majkin sigur, at hon hevur trivist sera væl á flakavirkinum bæði hjá Bacalao og hjá Føroya Fiskavirking.

Majkin er gift við Jónleivi Olsen úr Streymnesi, tey búgva í Havn og eiga tvey børn: Fríðunn, sum býr Havn, og Svenn, sum er í útbúgvingarørindum í Danmark í løtuni.