Makedonia og Eysturríki skala ikki Spania

Eyðun Samuelsen væntar ikki, at Ísland røkkur meir enn einum 3. plássi í millumbólki 1

Altjóða hondbóltsdómarin, Eyðun Samuelsen heldur ikki, at myndin í millumbólki 1 broyttist tað stóra fyri Spania, hóast Spania tapti 28-31 ímóti Danmark í Boxen í Herning leygarkvøldið.

 

Eyðun trýr snøgt sagt ikki uppá, at Eysturríki kann gera nakað við Spania í dystinum, sum byrjar klokkan 17.15 í dag. Ísland spælir ímóti Makedonia klokkan 15 í dag. Eyðun metir frændir okkara eystan hav at verða favorittur ímóti Makedonia, men íslendingar hava Danmark mikudagin, og kunnu í mesta lagi fáa 7 stig. Eyðun er ikki í iva um, at Spania røkkur 8 stigum, aftaná dystirnar ímóti Eysturríki og Makedonia, og at Danmark við sigri á Ungarn í kvøld kemur uppá 8 stig. Dysturin millum Danmark og Ungarn byrjar klokkan 19.15 í kvøld.

 

Støðan í millumbólki 1 :

 

1. Danmark 6 stig

2. Spania 4 stig

----------------------

3. Ísland 3 stig

4. Ungarn 3 stig

5. Makedonia 2 stig

6. Eysturríki 0 stig

 

Í millumbólki 2 metir Eyðun, at Frakland er komið á slóðina aftur. Hann heldur Kroatia verða favoritt til at taka 2. plássið í bólkinum. Hann metir ikki, at Svøríki røkkur einum hálvfinaluplássi á hesum sinni.

 

Støðan í millumbólki 2:

 

1. Frakland  6 stig

2. Kroatia 4 stig

-----------------------

3. Pólland 4 stig

4. Svøríki 4 stig

5. Russland 0 stig

6. Hvítarussland 0 stig

 

Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Eyðun Samuelsen segði um EM í morgunsendingini hjá Rás2 í morgun.