Makedonia skal skifta navn

Í dag hevur tjóðartingið í Makedonia atkvøtt um navnið, sum landið fram eftir skal hava.

Í dag hevur tjóðartingið í Makedonia atkvøtt um navnið, sum landið fram eftir skal hava. Tilsamans 81 limir í tjóðartinginum atkvøddu fyri uppskotinum, sum slóðar fyri navnabroyting. Við hesum fekk uppskotið neyðuga meirilutan, sum skuldi vera 2/3 av teimum 120 atkvøðunum í tjóðartinginum.

 

Navnabroytingin merkir samstundis, at eitt áratíggju langt stríð við Grikkaland nú nærkast endanum. Grikkaland hevur síðan 1991 verið ímóti, at fyrrverandi jugoslaviski landsluturin kundi kalla seg Makedonia. Orsøkin er, at tað er ein grikskur landslutur við sama navni.

 

Navnabroytingin kemur ikki alment í gildi, fyrr enn hon eisini er vorðin góðkend í grikska tjóðartinginum, men eftir øllum at døma verður hetta bara ein formalitetur. Tá Makedonia endiliga skiftir navn, hevur Grikkaland lovað at taka burtur aftur sýtingarrættin fyri makedonskum limaskapi í Nato og ES-samstarvi.

 

Grikski forsætisráðharrin, Alexis Tsipras, hevur í dag ynskt makedonska leiðaranum, Zoran Zaev, tillukku við atkvøðugreiðsluni um navnabroyting. 2,1 miljónir fólk búgva í Makedonia, sum fer at fáa navnið Lýðveldið Norðurmakedonia.

Keldur: ritzau/AFP