Makrelsalat á lakkinum

Fyrst vóru rukkur í lakkinum og í fjør øska á lakkinum – hesa ferð er makrelsalat á lakk­inum, tá Klaksvíkar Sjón­leik­ar­fel­ag spældi sína triðju hall­ar­ka­ba­rett

– Tey bæði undanfarnu ár­ini hevur tað víst seg at rigg­að øgiliga væl at spæla hall­ar­kab­arett á Norðoyastevnu. Ikki minst, at vit við bara trimum sýn­ing­um all­ík­a­væl­ kunnu spæla ka­ba­rett­ina fyri einari rúgvu av fólki, sigur formaðurin í Klaks­víkar Sjónleikarafelag, Rud­olf Joensen.

Karmurin um hall­ar­ka­ba­rett­ina í fjør og fyrraárið var Bad­min­ton­høl­lin, og so verður eis­ini í ár. Hesa ferð verða sýn­ing­ar­nar klokkan 21 fríggjakvøldið og leyg­ar­kvøld­ið og klokkan 20 sunnu­kvøldið. Og tær verða ikki fleiri í tali enn hesar tríggjar.

– Sum altíð, hava vit roynt at funn­ið nøkur aktuell og kend evni, sum so verða drigin í­gjøgnum vinklingar av øllum møg­u­lig­um slagi, áðrenn vit halda, at nú er talan um góðar og stutt­ligar søgur, vit kunnu for­telja teimum, ið koma at hyggja, sigur Rudolf.

– Úr rúgvuni av viðgjørdum evn­um hesa ferð kann nevnast nýggja Nýggja Testamenti, fyrr­ver­andi bankastjórar, aftur­latna føð­i­deild­in í Klaksvík, grøn­­lendskir fað­irl­oys­ing­ar og mangt, mangt annað. Eg haldi, at tað teknar til at gerast ein góð hall­ar­ka­barett aftur hesa ferð.

Heitið á árligu hall­ar­ka­ba­r­ett­ini á Norðoyastevnu fylgir eisini einum ávísum mynstri. Í fyrr­a­árið kallaðist kabarettin »Rukk­ur í lakkinum« við íblástri úr tí gamla Rukk­u­lakkanum, og í fjør var tað eld­gosið í Íslandi, ið gav heitið »Øska á lakkinum«. Í sama anda er heitið hesa ferð bli­v­ið »Makrelsalat á lakkinum«.

– Aftur í ár hava vit fingið góð­ar kreftir at hjálpa okkum. Ják­up Veyhe er enn eina ferð leik­stjóri og eisini er Hilmar Jan við aft­ur í ár. Men haraftrat er tað eydn­ast okkum at fáa Sjúrð Skaale við, og sum skilst, dámar hon­um líka væl at vera við í ka­barett í Klaksvík sum í Havn, sig­ur Rudolf Joensen, ið sjálvur eis­ini hevur onkran leiklut á palli­num.

– Sum altíð, so eru tað tær lokalu kreftirnar, ið eru tær berandi í kabarettini, og í so máta eru vit eisini sera væl mann­að hesa ferð. Enn eina ferð er tað Magni Husgaard, ið við sínum monnum syrgir fyri tón­leik­i­num, so vit gleða okk­um ver­u­liga til eina góða hall­ar­ka­ba­rett, ið einki stendur aftan fyri tær báðar, ið hava verið hini bæði árini.