Makrelurin lokkar svartkalvan hendavegin

Stóru nøgdirnar av makreli í føroyskum sjógvi geva góðar vónir fyri fiskiskapin eftir svartkalva

Tað er beinleiðis samband millum makrel og svartkalva. Tað er niðurstøðan hjá Peturi Steingrund, fiskifrøðingi á Havstovuni.

 

Petur Steingrund er millum fyrilestrahaldararnar á Fiskivinnutinginum í Norðurlandahúsinum í dag.

 

Les eisini: Vestergaard setir Fiskivinnutingið

 

Svartkalvin undir Føroyum er ikki ein stovnur fyri seg. Men talan er um ein felagsstovn við Ísland og Eysturgrønland. Fiskifrøðingurin vísir á, at nøgdirnar við Føroyar eru heilt ymiskar frá nøgdunum við Ísland og Grønland.

 

- Tí er spurningurin, hvat stýrir nøgdini av svartkalva undir Føroyum, spyr Petur Steingrund og svarar sjálvur:

 

- Síðstu árini hevur verið nógv djóraæti at síggja við Føroyar. Nøgdirnar samsvara sera væl við úrslitini av yvirlitstrolingunum eftir makreli, sum Magnus Heinason hevur gjørt síðstu árini. Man kann so gita sær til, at tá nógv djóraæti er at síggja við Føroyar, so dregur tað smáa makrelin hendavegin. Og hesin makrelur veksur seg so stóran í okkara øki, sigur Petur Steingrund og heldur fram:

 

- Svartkalvi etur makrel. Og makrelur etur djóraæti. Ella sagt á annan hátt. Hevur tú nógv djóraæti, so hevur tú makrel tvey ár seinni, og so hevur tú svartkalva fimm ár seinni. So her er greitt samband millum hesar báðar fiskastovnar, sigur Petur Steingrund.

 

Petur Steingrund byggir sína niðurstøðu á kanningar av djóraæti, úrslit av yvirlitstrolingum eftir makreli og støðuna hjá svartkalvastovninum.

 

- Talan er um eina seinkaða flyting av svartlalvanum við Ísland og Grønland móti Føroyum, tá nógvur makrelur er við Føroyar, sigur Petur Steingrund.

 

Sí myndatema frá Fiskivinnutinginum við at TRÝSTA HER.