Talan er um eitt sera grov narkomál, sum í løtuni er fyri í Føroya Rætti við kravi um varðhaldsfongsling. Grundlógaravhoyring byrjaði klokkan 10, og eftir at ákæran varð lisin upp fyri teimum trimum ungu fólkunum, vórðu fjølmiðlarnir koyrdir á dyr, tí restin av grundlógaravhoyringini skuldi vera fyri afturlætnum hurðum eftir ynski frá ákæruvaldinum. Verjarnir hjá teimum ákærdu bóðu um bæði navnaforboð og referatforboð.
Tey trý ungu fólkini, ein 19 ára gomul kvinna, sum ikki hevði føroyskan uppruna og sum sambært verjanum ikki skilti danskt. Menninir vóru ávikavist 22 og 23 ára gamlir.
Skuldsetingin ljóðar upp á, at tey í felag og saman við øðrum enn ókendum persónum í Danmark og í Føroyum í tíðarskeiðnum frá september í 2025 til 16. apríl í 2026 hava staðið fyri at smugla 5 kilo av kokaini til Føroyar. Av teimum 5 kilounum hava tey selt víðari í Føroyum sløk 4,3 kilo. Í húsarannsókn í J. C. Svabosgøtu hevur politiið lagt hald á 666 gram av kokaini.
Dómarin gjørdi teimum ákærdu greitt, at tey ikki hava skyldu at úttala seg.
Øll tey ákærdu noktaðu seg sekan í ákærunum.
Eftir at ákæran varð reist var steðgur í rættarfundinum, meðan dómarin fór at viðgera ynskini hjá ákæra og verjum. Niðurstøðan var, at grundlógavhoyringin fór fram fyri afturlætnum hurðum.
Dómarin grundgav orsøkina til navnaforboðið við, at talan er um grovan narkokriminalitet, og at tey ikki eru komin so langt við kanningararbeiðinum enn, at tað fer at órógva kanningararbeiðið, um ov nógv kemur út um málið.
Talan er um størstu nøgd av kokaini, sum er smuglað til Føroya.










