Málið um 52 myrdar krígsfangar skal kannast

Bæði ST og Reyði Krossur stríðast við at fáa atgongd til tey øki í Ukraina, sum Russland hevur hertikið.

Russiska verjumálaráðið hevur sagt, at tey fara at bjóða óheftum granskarum í ST og Reyða Krossi at kanna álopið á fongslið í Olenivka í Ukraina, har 52 ukrainskir krígsfangar lótu lív.

 

Tað skrivaði tíðindastovan NTB í nátt. Men, sambært Reuters upplýsir altjóða Reyða Kross-nevndin í dag, at tey onga almenna áheitan hava fingið frá russum um hetta.

 

- Vit hava onga almenna váttan fingið, sum gevur okkum atgongd til økið ella til krígsfangar, sum gjørdust partur av álopinum. Higartil er okkara tilboð um hjálp ikki gingið á møti, sigur Reyði Krossur við Reuters.

 

Reyði Krossur heldur, at neyðugt er at gera alt, sum liggur í teirra makt fyri at finna orsøkina og tey faktuellu viðurskiftini kring álopið á fongslið.

 

- Vit fordøma harðliga álopið í Olenivka, og vit fordøma øll álop á krígsfangar og aðrar vardar persónar, siga umboð fyri Reyða Kross við Reuters.

 

ST krevur eisini, at álopið verður kannað. Bæði ST og Reyði Krossur stríðast við at fáa atgongd til tey øki í Ukraina, sum Russland hevur hertikið.