FÓTBÓLTUR: Málið, sum føroyingar fingu leygarkvøldið í Gijón, varð sjónvarpað kring allan knøttin, og skoðsmálið var gott. Talan var um eitt tað vakrasta málið, sum var skotið í øllum undankappingardystunum, sum vóru leygardagin.
Málskjútti var Jens Kristian Hansen, sum annars hevði ein meiri verjukendan leiklut, enn hann plagar at hava. Upptaktin til málið var eitt fríspark, sum Jan Allan Müller tiltuskaði sær mitt á sponsku hálvuni stutt fyri hálvleik. Øssur Hansen lyfti tvørturum, men møguleikin tóktist vera burtur, tá Sergi stútaði út frá aftur, og har stóð Jens Kristian Hansen. Hann tamdi sera hegnisliga við brynguni, og so heilfluktaði hann við høgra beininum, sum hann annars ikki brúkar serliga nógv at skjóta við.
? Tað var ein frágera góð kensla. Eg siktaði ikki nakað serligt, men eg royndi bara ímóti málinum, og so var tað fínt, at bólturin fór omanfyri Zubizarreta, segði málskjúttin, sum heldur, at hetta málið má metast at vera størri hending, enn tá hann ímóti San Marino á Svangaskarði 25. mei 1995 við einunm stútara eftir hornaspark setti hol á málskjótingina í 3-0 sigrinum.
? Málið ímóti Spania er tað størsta, sum eg havi verið við til sum fótbóltsspælari, og hetta var ein góður endi uppá kappingarárið. Vit í B36 vunnu FM, og nú manglar bara løgmanssteypið, men tað fara vit eftir komandi ár!
Tað eru ikki mangir landsliðsspælarar kring Europa, sum kunnu breggja sær av, at teir hava skorað hjá spanska landsliðsmálverjanum. Men Todi Jónsson, Uni Arge og Jens Kristian Hansen eru nú í hesum lítla og eksklusiva felagnum!
Liðformaðurin, Magni Jarnskor, var høgri vongverji, og hann helt sjálvur, at tað hevði gingið væl:
? Allan Simonsen spurdi meg, um eg kundi spæla í høgra borði, og eg svaraði, at um hann helt, at eg skuldi spæla har, so gjørdi eg tað. Liðformaðurin takkaði føroyingunum, sum vóru komnir til Gijón at fylgja við og stuðla, og øllum teirmum, sum hava fylgt við og stuðlað landsliðnum heima á landi og í hinum útidystunum, sum hava verið í 1997.