Málið var tilætlað

Dreymamálið hjá Jens Joensen var tilætlað – til eitt vist

NSÍ vann í dag 6-1 á ÍF í fyrsta dystinum í fjórða umfari í Effo-deildini. Talan var í fleiri førum um avbera góð mál. Serliga málið hjá Jens Joensen til 6-1 var í serflokki.

 

Síggj samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini

 

- Hatta var tilætlað, men at Jens Joensen so valdi at saksa bóltin í málið, tað var at smyrja tjúkt uppá, sigur Árni Frederiksberg.

 

Les eisini: (Vodeo) Ársins mál og samandráttur

 

Árni Frederiksberg skoraði somuleiðis eitt flott mál, tá hann sendi hornaspark beinleiðis í mál.

 

NSÍ-ÍF 6-1 (2-0)

1-0: Klæmint A. Olsen 3.

2-0: Einar Tróndargjógv 16.

2-1: Clayton Soares 59.

3-1: Árni Frederiksberg 61.

4-1: Klæmint A. Olsen 79.

5-1: Petur Knudsen 81.

6-1: Jens Joensen 84.

Dómari: Lars Múller

 

NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Monrad Holm Jakobsen, Per Langgaard, Jens Joensen – Johan Jacobsen (Jonleif Højgaard, 78.),  Petur Knudsen, Nikolaj Køhlert, Einar Tróndargjógv (Jannik Mathias Olsen, 78.) – Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen

Gult kort: Einar Tróndargjógv, Jens Joensen

Venjari: Anders Gerber

 

ÍF: Oliver Korch – Leivur Joensen, Bogi Reinert Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard (Andrias Poulsen, 75.), Gunnar Christiansen – Kristoffur Jakobsen (John Daniel Guðjónsson, 68.), Karl Løkin – Dánjal á Lakjuni, Ari Ó. Ellingsgaard (Adeshina Lawal, 58.), Andy Ó. Olsen – Clayton Soares

Gult kort: Gunnar Christiansen

Venjari: Jógvan Martin Olsen