Mallu Reynbú til minnis

Sunnudagin bórust boðini um, at Malla, abbasysti, var farin. Boðini komu ikki óvart á, tí hon rakk so høgan aldur, var mett av døgum ? hon hevði fylt 101 hósdagin. Men tó, tað er altíð sárt at missa.

Malla var úr Funningi, og har hevur hon búð næstan alt æviskeiðið. Hon var dóttir Osvald og Karolinu Jacobsen, og hon var næstelst av fimm systkjum. Tríggir brøður og tvær systrar. Eftir á lívi er nú bert Jóhannus, abbi, skómakarin í Fuglafirði. Hann var yngstur ? verður 92 í september. Elsta systirin, Magnina, búði eisini í Fuglafirði. Hini trý, Malla, Jákup Sigurð og Dia búðu øll í Funningi.
Sum ung tænti Malla í Havn, og hon greiddi okkum ofta frá, hvussu lívið var í Havn tá ? og hon kendi sera væl gomlu Havnina og kendi flestu stovurnar har og visti nógv um fólkið har tá at siga. Malla tænti hjá Andrias Ziska. Hon var eisini eitt skifti á Hvítanesi og seinni á húsarhaldsskúla í Høng í Danmark.
Síðani flutti Malla aftur til Føroya ? og til Funnings. Har giftist hon Dánjal Martini Johannesen, seinni Reynbú.
Tá Sosialurin fyri einum ári síðani hitti Mallu í sambandi við 100 ára føðingardagin, greiddi hon m. a. frá, hvussu tað gekk til, at hon og Dánjal Martin giftust. Hon greiddi soleiðis frá:
"Tað var eitt kvøldið, eg sat einsamøll inni í køkinum hjá okkum í Funningi, at Dánjal Martin kom inn á gólvið. Hann plagdi vanliga at ganga har. Hetta kvøldið setti hann seg niður, og so kom tað bara. Jú, hann hevði hugsað um hetta, um tey ikki bara skuldu kasta saman bæði. Hann helt, at tey vóru væl egnað saman. Hon fekk tveir møguleikar at svara. Einki uttanumtos. Hon kundi svara »ja« ella »nei«.
? Svarið varð »ja«, og tað havi eg ongantíð angr-að, segði Malla."
Dánjal Martin, sum var sjómaður, og Malla høvdu eitt langt lív saman, hann doyði í 1987. Tey áttu eingi børn, men tey tóku systurson Dánjal Martins, John, til sín, tá hann var heilt lítil, og mamman doyði frá honum og systkjunum.
Tað var altíð so hugnalig at koma norður til Funnings at vitja Mallu og Dánjal Martin. Tey vóru so góð við børn, og vit kendu okkum altíð væl hjá teimum.
Tá eg fyri tíggju árum síðani starvaðist sum lærari á Felagsskúlanum á Oyrarbakka, plagdi eg onkuntíð at koyra norð at vitja abbasysti, sum tá var farin um tey níti. Og hon var sum altíð blíð, skjót við einum drekkamunni, og hon visti eisini, hvørji funningsbørn gingu á Oyararbakka. Hon fylgdi væl við ? og var eisini væl kunnað um tað, sum fyrifórst í samfelagnum annars.
Tá Malla var komin væl upp í nítiárini, vitjaði hon framvegis abba í Fuglafirði, og tað var ikki sørt lívsjáttandi at síggja, tá hon hjálpti abba at strúka gardinurnar ? næstan hundrað ára gomul.
Tað var eyðsýnt, at Malla var eitt fegið menniskja. Hon var glað fyri lívið, og hon helt, at hon hevði fingið so nógv. Men hon visti eisini, hvørjum hon skuldi takka. Hon var eisini fegin um at sleppa at búgva í Korndalsbýlinum á Eiði tað síðsta árið, ella gott og væl tað. Tá hon í fjør fylti 100, segði hon, at hon visti, hvar leiðin bar: "Hjá mær hevur alt verið gott. Og nú eri eg so gomul, at eg havi ikki annað at gera, enn at leggja meg í Harrans hendur. Eg veit, hvar eg fari?«, segði hon.
Friður veri við minninum um Mallu, abbasysti.
????????????
Eirikur