Malta bjóðar Føroyum av

Um ein mánað skulu Føroyar og Malta spæla landsdyst í fótbólti

 

Fótbóltssamband Føroya hevur tikið av eini innbjóðing av Malta um at Malta og Føroyar spæla vinardyst í fótbólti á Malta týsdagin 19. November.

 

Tað skrivar FSF á síni heimasíðu.

 

Tað merkir sostatt, at føroysku landsliðsspælararnir fáa ikki frá, tá ið landskappingin endar næsta leygardag.

 

 

Dysturin verður spældur á Ta' Qali Leikvøllinum, ið hevur pláss fyri 18.000 áskoðarum.



 

- Tað er altíð gott hjá føroyska landsliðnum at fáa vinadystir, tí seinastu nógvu árini hevur tað verið torført hjá okkum at fáa tílíkar dystir, serliga á heimavølli,  sigur Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari á A-landsliðnum við FSF

 

Hesin dysturin hevur nevniliga við sær, at Malta kemur hendanvegin í juni mánaða næsta ár.



 

Í fjør fóru landsliðsvenjararnir undir at hava vetrarvenjingar við landsliðsleikarunum, og hendan venjingin heldur fram komandi vetur, tá landskappingin endar.



 

- Nú hava vit so ein dyst at venja fram ímóti, umframt ein møguligan dyst tíðliga í mars mánaða komandi ár, og tað ger tað hugaligari við vetrarvenjingunum, sigur Jóannes Jakobsen.


 

Føroyar og Malta hava spælt ímóti hvør øðrum tríggjar ferðir áður. Í undankappingini til HM 1998 vóru londini í bólki saman, og í 2004 spældu Føroyar og Malta vinadyst á Svangaskarði.



 

Í EM-undankappingini endaði báðir dystirnir við 2-1 sigri til Føroyar, og í vinadystinum vann føroyska landsliðið 3-2.



 

Á seinasta FIFA-styrkislistanum er Malta nummar 140, skrivar FSF.