Tórshavnar Kommuna fór djúpt í lumman, nú áskoðarar í Gundadali skuldu fáa betri møguleika at fylgja við í tí dysti, sum tey annars hyggja at.
Rokningin fyri nýggju máltalvuna í Gundadali er ein hálv millión krónur. Umframt meirvirðisgjald.
Fyri einum mánað síðani boðaði kommunan sjálv frá nýggju máltalvuni. Í tíðindaskrivi av býráðsskrivstovuni á Vaglinum stóð millum annað at lesa, at nýggi klokkuskíggin hevði ikki færri enn 185.000 LED-ljósdiodur og er nærum 20 fermetrar til støddar. Eisini boðaði kommunan frá, at skíggin er tann størsti í Føroyum.
Einki varð tó nevnt um rokningina.
Ítøkiliga kostar máltalvan 345.950 krónur, og hartil kostar tað 142.395 krónur at seta hana upp. Í báðum førum er talan um prísir, har meirvirðisgjald skal leggjast afturat. Við mvg er samlaða rokningin 610.431 krónur.
Tað er smápartafelagið Innspark, sum bæði hevur latið skíggjan og sett hann upp.
- Nei, tað varð ikki bjóðað út, váttar Jákup Simonsen, leiðari á Mentadeildini hjá Tórshavnar Kommunu.
Jákup Simonsen dugir ikki at svara fyri, hví kommunan ikki bað um tilboð hjá fleiri veitarum. Men sambært mentadeildarleiðaranum kannaði hann prísirnar áðrenn.
Hóast talan er um hálva millión krónur, umframt mvg, so hevur málið ikki verið fyri í Tórshavnar Býráð.
Har finst einki skjal í málinum, uttan rokningarnar fyri skíggjan og uppsetan.
Tá Miðlahúsið bað um innlit í málið, ómakaði Tórshavnar Kommuna sær tó at skriva ein stuttan tekst um skíggjan, har tað millum annað verður víst á, at skíggin eisini kann nýtast til útigudstænastu.
- Hetta er goldið av eini rakstrarkonto hjá kommununi, sum er til uttandura vallir. Í ár valdu vit so at raðfesta hesa íløguna, sigur Jákup Simonsen, sum sjálvur hevur bestan hug at tosa um allar møguleikarnar við skíggjanum, heldur enn prísin.
Á nevndu rakstrarkonto standa umleið 3,4 milliónir krónur. Máltalvan í Gundadali er størsta, einstaka játtan í ár, sambært Jákupi Simonsen.
Í ár hava altjóða dystirnir hjá feløgunum verið spældir á Tórsvølli, heldur enn á Ovara vølli í Gundadali. Tað kemst av, at vøllurin hevur mist sína altjóða góðkenning, tí grasmáttan ikki lýkur øll krøv.
- Vit ætla at skifta grasmáttuna í Gundadali næsta ár, sigur Jákup Simonsen.
Á myndini eru borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, næstytst til vinstru og mentadeildarleiðarin hjá Tórshavnar Kommunu, Jákup Simonsen, ytsti til høgru avmyndaðir saman við formonnunum í HB og B36, Finnboga Arge, ytst til vinstru, og Sámal Ímundarson.