Gunilla Bergström, svenskur rithøvundi og myndprýðari, er deyð. Hon er kend fyri bøkurnar um Alfons Ålberg.
Hon er deyð eftir langa sjúkralegu.
Fyrtsa bólkin um Alfons Ålberg, Góðanátt, Alfons Ålberg, kom út í Svøríki í 1972. Síðani komu 25 bøkur afturat út um svenska drongin, og pápa hansara.
Bøkurnar eru týddar til 30 ymisk mál, og eru útkomnar í Svøríki í umleið fimm milliónum eintøkum, og í fýra milliónum eintøkum uttanfyri Svøríki. Bøkurnar eru eisini komnar út sum teknifilmur og animeraður filmur.
Bøkurnar eru eisini á føroyskum, og eitur drongurin á føroyskum Álvur Ákason.
Bókadeild Føroya Lærarafelags skrivar soleiðis á síni facebook síðu:
Bókadeildin hevur givið 15 bøkur út, sum hon hevur skrivað um Álv Ákason. Tað var eisini hon, sum handaði Niels Jákupi Thomsen Norðurlendsku barnabókaheiðurslønina hjá Bárði Oskarsson fyri Træið. Hvíl í friði, Gunilla.
Gunilla Bergström áti tvey børn. Hon gjørdist79 ára gomul.
##med2##