- Mamma gjørt øll klæðini

Birita Ludvíksdóttir hevur gjørt øll tey føroysku klæðini hjá sær sjálvari, manninum og børnunum.

- Tað besta við ólavsøkuni er at hava tað stuttligt, sigur 10 ára gamli Ludvík.

 

- Vit hava kasta tallerkar, skotið boga og píl og so eisini roynt tarvin, har eg kláraði at halda mær fastari í 38 sekund, sigur 9 ára gamla Anna Maria stolt.

 

Í gjár vóru tey fýra, Birita Ludvíksdóttir, Heðin D. Poulsen og børnini til kappróður.

 

- Tað var øgiligt, tey róðu skjótt, sigur Ludvík avgjørdur, sum hóast hann ikki helt við nøkrum, helt tað vera øgiliga spennandi.

 

Ólavsøkusetanin í gjár var nakað heilt serligt fyri Ludvík og Onnu Mariu.

 

- Tey gingu bæði skrúðgongu í gjár. Ludvík gekk fyri Havnar Fimleikafelag og Anna Maria fyri Havnar Badmintonfelag, sigur Heðin.

 

- Áðrenn skrúðgonguna møttust badmintonleikararnir og høvdu eina syrgiløtu fyri at minnast teir báðar, sum fórust í ferðsluvakkuni herfyri. Tað var ein ordiliga góð løta, sum eg haldi, at tey avvarðandi vóru glað fyri, sigur Birita.

 

Birita syngur í Kamarskórinum, og í gjár vóru Heðin, Ludvík og Anna Maria og lurtaðu.

 

- Tað var ordiliga stuttligt at hoyra mammu syngja. Vit hoyrdu tríggjar sangir, og so fóru vit víðari, sigur Anna Maria.

 

 

Í kvøld fáa Birita og Heðin gestir til nátturða, áðrenn leiðin fer oman til midnáttarsangløtuna.