Mamma Mia Sangleikurin nú til Danmarkar

Vælumtókti sangleikurin Mamma Mia er nú ávegis til Danmarkar Sangleikurin Mamma Mia byrjaði sína succes í London´s West End í 1999 og er nú á rundferð kring allan heimin.

8 uppsetanir eru í gongd runt um í heiminum í løtuni - harav er ein nú komin til Danmarkar, og verður Mamma Mia framført í Keypmannahavn, Odensen og Aalborg í summar.

 

Fleiri enn 32 milliónir hava hugt eftir hesum sangleikum runt alla verðina. Í Danmark hevur Mamma Mia fingið 6 stjørnur av Jyllandspostinum & BT, ið eisini hava mett sangleikin at verða í heimsklassa.