Mamma segði kortanei

Tað er ikki uttan undran, at tveir spaniólar spæla við B68 í ár

Í Fótbóltsblaðnum, sum kemur út saman við Sosialinum hesa vikuna, er samrøða við millum annað Pedro Tarancon Anton og Carlos Quintana Herrero, sum eru fyrstu spaniólarnir at royna seg í føroyskum fótbólti.

 

Fylg ítróttinum hjá In.fo og Sosialinum á netinum við at trýsta HER

 

Teir eru ólíkir og spæla í hvørsínum enda á vøllinum, men teir hava sama endamál. Teir vilja uppliva nakað nýtt, og tryggja B68 í bestu deildini. Tað var ikki heilt uttan mótstøðu, at Carlos Quintana Herrero endaði í Føroyum.

 

Les Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

- Mamma segði kortanei. Tú fert ikki til Føroyar at spæla fótbólt, men babba, beiggi mín og daman søgdu øll, at eg skuldi fara, sigur Carlos Quintana Herrero í samrøðu við fótbóltsblaðið.

 

Les eisini:Nú vil eg hava gull (Høgni Madsen - B36)

 

Hin spaniólin á Toftum, Pedro Tarancon Anton, hevur roynt seg kring heimin fyrr. Har fylgdi bara eitt krav við heimanifrá.

 

- Mamma segði, at um eg kom heim til jólar, so kundi eg fara, sigur Pedro Tarancon Anton.

 

Les eisini í Fótbóltsblaðnum hvat teir halda um Føroyar, hvussu teir endaðu á Toftum, og hvat ætla at uppnáa í Føroyum í ár.

 

Fótbóltsblaðið er borðið út hvørt hús, og verður annars tøkt á netinum í dag.