42 ára gamli føroyingurin royndi at fáa mammuna at hava samlegu við fýra ára gamla son sín, men tað eydnaðist ikki.
Nýggj kunning er komin fram í málinum, sum ein 42 gamal føroyingur er varðhaldsfongslaður fyri í Danmark.
Løgreglan hevur nú sent eina umbøn um rættarfund til dómsvaldið, tí teir eru um at vera lidnir við kanningararbeiðið í málinum móti mammuni.
Sambært skuldsetingunum móti mammuni snúgva seg um, at hon í tríggjar mánaðir gjørdi seg kynsliga inn á fýra ára gamla son sín.
Hon er skuldsett fyri at minst 20 ferðir hava neyðtikið son sín í tíðarskeiðnum frá 8. juni til 10. septembur í fjør. Talan er um neyðtøku gjøgnum annað seksuelt samband enn samlegu við eitt barn undir 12 ár og fyri blóðskemd. Hon er eisini skuldsett fyri minst 10 ferðir at hava framt blygdanarskemd móti soninum.
Sambært skuldsetingunum hevur hon í hvørjum einstøkum føri gjørt hetta tí at føroyingurin, umvegis tjattsamskifti, hevur eggjað hana til tað. Hann hevur eisini eggjað hana til samlegu við dreingin, men tað hevur eftir øllum at døma ikki eydnast.
42 ára gamla kvinnan er eisini skuldsett fyri at hava tikið myndir og video av barnaporno, havt tað í varðveitslu og sent tað víðari. Løgreglan legði hald á 103 pornografiskar myndir og tveir pornografiskar filmar av dreinginum.
Kvinnan er skuldsett fyri, í tíðarskeiðnum frá 1. august til 10. septembur, at hava sent 59 barnapornografiskar myndir av soninum til føroyingin.
Kvinnan fer væntandi at játta seg seka í málinum, og tí hevur løgreglan biðið um ein rættarfund heldur enn at reisa formella ákæru móti kvinnuni. Rættarfundurin verður 8. mars.
Enn hevur løgreglan ikki tikið støðu til, hvussu ákæran móti 42 ára gamla føroyska manninum fer at síggja út. Hendan avgerðin verður tikin eftir játtanarsakina hjá kvinnuni.
Maðurin situr enn varðhaldsfongslaður, fyribils til 7. mars.