Mammubólkur fyri mammum at børnum við breki

Ein mammubólkur fyri mammur at børnum við serligum avbjóðingum er stovnaður á Facebook.

Ein mammubólkur fyri mammur at børnum við serligum avbjóðingum er stovnaður á Facebook.

 

Talan er um ein afturlatnan bólk og tær mammur, ið eiga serlig børn, kunnu biðja um at gerast limir.

 

 - Hetta er ætlað sum eitt stongt forum, har vit óttaleysar og í trúnaði kunnu venda ivaspurningum, umframt gleði og sorg úr gerandisdegnum. Nógvar mammur, sum fáa børn við breki, kenna seg einsamallar og hava tørv á einum netverki, sum skilir og kennir støðuna. Vanligu mammubólkarnir eru ikki nóg mikið, tí trupulleikarnir, vit stríðast við, eru mangan øðrvísi enn tað, mammur vanliga tosa saman um, sigur Eydna Skaale, ið hevur stovnað bólkin.

 

- Nú alnetið bindir okkum saman, er tað upplagt at skapa eitt netverk á Facebook, soleiðis, at vit allar - óansæð hvar vit eru staddar og óansæð hvat bagir barni okkara - kunnu hjálpa og stuðla hvørji aðrari, sigur Eydna.

 

Bólkurin hevur nakrar mánaðir á baki og telur nú 74 mammur. Hvønn einasta dag eru viðmerkingar inni á bólkinum um alt millum himmal og jørð, sum rørir seg í gerandisdegnum hjá hesum mammunum. Onkuntíð eru tað ítøkiligir spurningar, onkuntíð bara viðmerkingar fyri at fáa luft.

 

Mammubólkurin er fyri mammur at børnum við øllum slagi av breki, bæði tey, sum eru heilt illa fyri og tey, sum hava "smærri" brek. Einki aldursmark er heldur á, tí tær mammur, sum hava stór børn hava eina rúgvu av vitan, sum kann hjálpa nýggjum mammum.

 

Bólkurin eitur »Okkara serligu børn - Mammubólkur«, og bara mammur, sum eiga børn við breki, kunnu søkja um limaskap ella biðja aðrar mammur, sum longu eru limir um at leggja seg afturat bólkinum.