Man føroyskt talumál verða undirstimbrað?

Man gongdin vera tann, at vit nýta færri og færri samheiti í føroyskum? Eg veit tað ikki, men spyrji.

Man gongdin vera tann, at vit leita okkum inn á eitt einstakt orð og sleppa okkum undan at brúka onnur, tí hetta eina orðið sigur so nøkulunda alt, vit ætla okkum at siga? Eg veit tað ikki.

Um so er, kann broytingin - nú vit skriva sum ongantíð áður - vera tann, at málið viknar, samstundis sum tað verður meira brúkt?

Áhugaverdur spurningur.


Kanska er málsliga umhvørvið so veikt, at málið verður einfaldari og á tann hátt fátækari. Eg veit tað ikki, men stundum haldi eg tað vera rákið. Lat meg lýsa tað við einum dømi.

Vit taka ein heilt einfaldan setning: Hetta er ringt!


Hetta er ringt kann eyðvitað hava ómetaliga nógvar ymiskar týdningar. Júst hvønn týdning, vit leggja í orðið, lesa vit úr samtekstinum.


Nakrir møguleikar: trupult tvørligt vøkkult

torført móðsamt møtimikið

krevjandi kravmikið

svárt ilt eymt

dapurt tungt sorgarbundið

fløkt ógreitt torgreitt

strævið stríggið striltið

vánaligt ússaligt


Hesar 22 møguleikarnar kundu vit brúkt og skapt nógv avbrigdi í so einføldum setningum sum:


Tað er ringt at loysa hesa uppgávuna (torført)

Tað er ringt at siga (ilt)

Tað ringt at koma ígjøgnum hesa fyrstu tíðina (svárt)

Tað er ringt at rætta hetta aftur (trupult)

Tað er ringt at fáa hetta liðugt til tíðina (strævið)

Tað er ringt at stava rætt (krevjandi)


Hetta er ein ring uppgáva (kravmikil)

Hetta er ein ring fløga (ússalig)

Hetta er ein ringur døgurði (vánaligur)

Hesi eplini eru ring


Hann er ringur av krími

Har er so ringt at ganga (illgongt)


Vit síggja, at alt ber til at siga við lýsingarorðinum ringt. Men við ongum avbrigdum verður málið minni spennandi. Tú fært einki lýst við ongum lýsingarorðum. Hugsa tær skaldskap við so avmarkaðum lýsingarorðum!


Orð verða sett saman soleiðis, at:

lýsingarorð siga nakað um navnorð Ein merkiligur maður

hjáorð siga nakað um sagnorð Hann flennir merkiliga

hjáorð siga nakað um lýsingarorð Hann flennir øgiliga merkiliga

hjáorð siga nakað um hjáorð Hann flennir sjáldsama øgiliga merkiliga*


Set fyri, at hjáorðini, ið skulu siga nakað um lýsingarorðið ringt, eisini fækkast í tali!

Vit kunnu siga: nokkso, rættiliga, eitt sindur, heldur, ríkiliga, ógvuliga, passaliga – ringt.

Men so vítt eg mangan hoyri, eru hjáorðini eisini avmarkað til tvey: annaðhvørt ordiliga ella mega.


Og so seta vit saman:

Hetta er rættiliga tvørligt Hetta er mega ringt.

Hetta er nokkso stríggið Hetta er mega ringt.

Hetta er heldur ógreitt Hetta er mega ringt.

Hetta er ríkiliga nógv kravt Hetta er mega ringt.

Hetta er eitt sindur móðsamt Hetta er mega ringt.


Set fyri, at hetta verður gongdin?


Eg uggi meg við, at hetta er mál, ið børn og ung brúka til sítt prát, tann stíl, ið tey vilja eiga fyri seg sjálv, men at tey leggja sær øll hini orðini í geyma og draga tey fram aftur, tá ið rætta høvið býðst.


Men set fyri, at hetta veruliga er gongdin, at orðini fækkast, og vit leita inn ímóti einum felags kjarnaorði, meðan vit skriva og gorra sum ongantíð áður?