Manchester City møtir Gladbach í Herning í Danmark

Vegna strangar Korona-forðingarnar fær Borussia Mönchengladbach ikki spælt áttandapartsfinaluna í Champions League móti Manchester City á heimavølli

Týska bundesligaliðið, Borussia Mönchengladbach og enska liðið, Manchester City møtast í áttandapartsfinalunum í Champions League, men tað verður ikki á heimavøllinum hjá Borussia Mönchengladbach.

Danska blaðið, BT skrivar, at Borussia Mönchengladbach hevur søkt FC Midtjylland um loyvið at spæla heimadystin móti Manchester City á MCH Arena leikvøllinum í Herning.

Tær sera strongu Korona-reglugerðirnar gera tað ómøguligt hjá Borussia Mönchengladbach at avgreiða heimadystin á teirra leikvølli, Borussia Park. 

Sambært BT eru tey í FC Midtjylland til reiðar at geva Borussia Mönchengladbach og Manchester City loyvi at spæla á teirra heimavølli, og fólkini sum hava ábyrgdina av MCH Arena leikvøllinum og Herning kommuna eru eisini til reiðar at játta umsóknina hjá Borussia Mönchengladbach 

Dysturin skal spælast mikukvøldið 24. februar, so nú er líkt til at, Pep Guardiola, Raheem Sterling, Bernardo Silva og hinir skulu ein túr til Mið-Jútland at spæla Champions League dyst.