U21 landsliðið skal spæla tveir heimadystir í november mánaði. Fyrri dysturin verður ímóti Albania á Svangaskarði tann 17. november, og tann seinni dysturin verður á Tórsvølli ímóti Italia tann 21. november.
Bill M. Jacobsen og Heðin Askham, landsliðsvenjarar, hava tikið hesar spælarar út til dystin: Pætur T. Jørgensen, Jónas Tór Næs, Rógvi Holm AB, Magnus Olsen, Símun Rógvi Hansen, Gudmund Nielsen B71, Poul Thomas Dam, Emil N. Leifsson, Ólavur í Ólavsstovu HB, Levi Hanssen, Poul N. Poulsen Skála, Jóhan V. Gunnarsson, Ásbjørn V. Gunnarson, Odmar Færø B36, Bogi A Løkin NSÍ, Arnbjørn T. Hansen EB/Streymur, Kristoffur Jakobsen KÍ, Svenn F. Jacobsen TB, Gunnar Nielsen Blackburn, Christian R. Mouritsen Manchester City.
Christian R. Mouritsen, sum verður roknaður sum besti spælarin í hópinum, hevur verið nógv skaddur seinastu tíðina, og U21 landsliðið hevur ikki fingið stóra gleði av honum. Nú er hann so aftur úttikin til liðið og verður vónandi við i báðum dystunum.