Manchester United ikki longur aftast

Premier League: Eitt hendingaríkt umfar er av og Arsenal er nú einsamælt á odda

Um vikuskiftið hevur 3. umfar í Premier League verið. Manchester City setti síni fyrstu stig til, meðan Arsenal nú er einasta liðið við fullum stigatali. Manchester United vann á arvafíggindanum úr Liverpool, og er nú ikki longur aftast í Premier League.

 

Arsenal og nýggja innkeypið, Gabriel Jesus, drøna avstað í oddinum. Arsenal vann 3-0 á útivølli móti AFC Bournemouth. Stórfavoritturin at vinna Premier League, Manchester City, setti síni fyrstu stig til í dystinum móti Newcastle. Tað endaði 3-3 eftir ein spennandi dyst, har Newcastle eitt skifti var á odda 3-1.

 

Í gjár var dystur á Old Trafford millm Manchester United og Liverpool. Tað var lagt upp til mótmælisgongu móti eigaraviðurskiftunum hjá Glazer familjuni, men tað endaði í fagnarrópi, tí Manchester United vann 2-1.

 

Sermerkt við dystinum var, at spælarar sum Harry Maguire, Luke Shaw og Cristiano Ronaldo allir vóru á bonkinum. Við sigrinum er Manchester United ikki longur uttan stig. Tað er nú bara West Ham, sum einki stig hevur fingið fyrstu trý umførini.

 

1Arsenal33009:29
2Manchester City32109:37
3Leeds32107:37
4Tottenham32107:37
5Brighton32104:17
6Newcastle31205:35
7Fulham31205:45
8Brentford31118:54
9Crystal Palace31114:44
10Nottingham Forest31112:34
11Southampton31115:74
12Chelsea31113:54
13Aston Villa31023:63
14Manchester United31023:73
15Bournemouth31022:73
16Liverpool30214:52
17Everton30122:41
18Wolves30121:31
19Leicester30125:81
20West Ham30030:50