Talan er hesu fer um unga Daniel James, ið hevur skrivað undir 5 ára sáttmála við Manchester United.
Hetta er fyrsta keypið hjá United í summar, og áskoðarirnir vilja síggja fleiri nýggjar spælarir eftir nøkur vánalig kappingarár.
Daniel James hevur kostað United millum 15 og 20 milliónir pund, tað er ímillum 125 og 167 milliónir krónir.
Daniel James er 21 ára gamal og hevur síðan 2014 spælt við Swansea city í næstbestu deildini í Onglandi. Hann hevur eisini verið longdur út til shrewsburry town, ið spæla í 3 bestu deildini í Onglandi. Hann er uppvaksin í Hull city, og kemur úr Wales.