Manchester United á meistarakós

Manchester United er nú oddalið í Premier League eftir at teir vunnu á West Bromwich Albion, meðan Manchester City tapti fyri Swansea. Wayne Rooney skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum fyri Manchester United á Old Trafford.

 

Manchester United hevur hetta kappingarárið runnið aftaná grannunum úr Manchester City, men nú er støðan broytt. Wayne Rooney legði heimaliðið á odda í fyrra hálvleiki og avgjørdi dystin í seinna hálvleiki við brotssparki.

 

Manchester City tapti fyri Swansea, sum brendi eitt brotssparki í fyrra hálvleiki. Sjey minuttir fyri tíð avgjørdi innskifti Luke Moore dystin til fyrimuns fyri Swansea.

 

Premeir League:

 

Manchester United – WBA 2-0

Swansea – Manchester City 1-0

Norwich – Wigan 16:00