Mané er besti spælari í Afrika

Sadio Mané er á øðrum sinni valdur til ársins spælara í Afrika

Sadio Mané er á øðrum sinni valdur til ársins spælara í Afrika. Talan hevur verið um eitt spennandi ár hjá senegalesiska vonginum. Í feburar vann hann afrikanska meistaraheitið við Senegal, og skoraði sjálvur avgerandi málið.

 

Hann var eisini ein týðandi partur av hópinum hjá Liverpool, sum vann Liga Cup og FA Cup, umframt at Liverpool kom í finaluna í Champions League og endaði nummar tvey í Premier League.

 

Sadio Mané vann heitið frammanfyri málverjan hjá Chelsea, Edouard Mendy, og fyrrverandi liðfelagin í Liverpool, Mohamed Salah. Sadio Mané hevur í summar skift frá Liverpool til Bayern Munchen.

 

Sadio Mané vann eisini heitið sum besti spælari í Afrika í 2019.