Mangla 50 havnarfólk

Í morgin fara umleið 430 sjálvboðin fólk um alt landið at savna pengar inn til vælgerandi arbeiðið hjá føroysku deildini hjá Reyða Krossi. Talan er um árligu landsinnsavningina hjá felagsskapinum, sum í fjør savnaði umleið 1,4 millión krónur.


Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroyar, upplýsir at felagsskapurin er fegin fyri allan stuðulin.


- Vit eru sum heild væl nøgd við sjálvbodnu luttøkuna kring landið. Men her mangla eini 50 fólk í Havnini, so vit vóna, at tey møta á Bryggjubakka í morgin, tá innsavningin byrjar klokkan 10, sigur formaðurin.


Fólk hava møguliga varnast lýsingarnar hjá Reyða Krossi fyri innsavningini á sosialum miðlum, har landsstýrisfólk heita á fólk um at stuðla arbeiðinum. Jóannes Eidesgaard upplýsir, at tey verða eisini við til sjálva innsavningina.


- Eg ringdi til Aksel V. Johannesen, løgmann, og spurdi um tey vildu vera við, og tað hava tey játtað. So umframt lýsingarnar, so fara tey hvør í sínum lag at savna pengar til Reyða Kross í morgin.


Peningurin í ár verður veittur til at bøta um tað, ið Jóannes Eidesgaard nevnir størstu humaniteru kreppu síðan 2. Veraldarbardaga.


- Eins og í fjør, so seta vit sjóneyka á humaniteru kreppuna í Sýria, ið er tann størsta av sínum slag síðan 2. Veraldarbardaga. Í løtuni eru 13,5 milliónir sýrar flóttafólk. Ein partur av teimum eru rýmd úr landinum, meðan nógv enn eru í Sýria. Teimum tørva okkara hjálp, sigur Jóannes Eidesgaard, ið leggur afturat.


- Peningurin fer at veita teimum ting, ið vit taka fyri givið hvønn tann einasta dag, harímillum teppir, telt, heilivág, læknahjálp, reinførispakkar og reint vatn.


Ein partur av peninginum verður eisini settur til síðis, so at felagsskapurin hevur tøkan pening, um tørvur er á bráðfeingis hjálp onkra aðra staðni.


- Tað kann vera jarðskjálvti, vatnflóð ella okkurt heilt annað, ið brádliga skapar eina humanitera katastrofu, sigur Jóannes Eidesgaard.