Eldraøkið við Skálafjørðin kostar nógv meiri enn kommunurnar høvdu væntað.
Tað kom fram á borgarafundi í Skálabotni í gjárkvøldið.
Tær tríggjar kommunurnar á Skálafjørðinum, Runavíkar Kommuna, Sjóvar Kommuna og Nes Kommuna samstarva um eldraøkinum
Á fundinum upplýsti Jóhannus Danielsen, sum er formaður í Skálafjarðarsamstarvinum, at í ár fer eldraøkið at kosta heilar 5,8 milliónir krónur meiri enn mett varð.
Tá ið fíggjarætlanin varð løgd fyri einum ári síðani, varð mett, at eldraøkið fór at kosta 64 milliónir.
Men útreiðslurnar higartil í ár, vísa, at tað fer at kosta 5,8 milliónir meir, ella slakar 70 milliónir krónur.
Jóhannus Danielsen sigur, at ein orsøk er rætt og slætt, at eldraøkið er dýrari enn almannamálaráðið hevði upplýst.
Les eisini: Tvey sambýli við Skálafjørðin skulu steingjast
Ein onnur orsøk,er at vanliga hava eini 15 fólk aðrastaðni frá havt búplásss á eldrabýlum við Skálafjørðin, men í ár er tað minkað niður í níggju fólk, so tey hava ikki havt tær inntøkur, tey høvdu væntað.
Hann sigur, at kommunurnar eru sinnaðar at lata eykajáttan til eldraøkið. Samstundis eru kommunurnar sinnaðar at seta góðar 70 milliónir av til økið næsta ár, fyri at fáa raksturin at halda.
Sostatt er ikki ætlanin at spara seg burtur úr støðuni, sigur hann.