Fleiri doyggja av sjálvmorðum enn av kríggi og lógarbrotum tilsamans, og seinastu fimm árini hava fimm milliónir menniskju kring heimin mist lívið, tí tey hava gjørt sjálvmorð. Sjálvmorð er sostatt ein stórur heilsutrupulleiki og størsta deyðsorsøkin millum ung. Hetta er millum høvuðsorsøkunum til, at ljós verður varpað á sjálvmorð á hvørjum ári, tann 10 september.
Hava ilt við at práta
Vit hava prátað við Kathrinu Lindenskov Joensen, sálarfrøðing, sum er ein av fyrireikarunum av Alheimsdegnum fyri sjálvmorðsfyribyrging. Kathrina var eisini stigtakari, tá tiltakið var fyriskipað á fyrsta sinni í fjør. Í ár hava fyrireikararnir valt at varpa ljós á tey avvarðandi hjá tí bólkinum, har flest sjálvmorð eru, nevniliga mannfólki í besta aldri.
- Mannfólk, ofta giftir menn og pápar, eru teir, sum oftast gera sjálvmorð, og eru tað tey avvarðandi hjá hesum bólkinum, sum vit fara at varpa ljós á í ár, sigur Kathrina L. Joensen, sum eisini vísir á, at tað ofta er talan um menn, sum eru í kreppu, eitt nú um konan er rýmd, og tá klára teir ikki at liva einsamallir.
- Rúsdrekka, kreppa og tað at vera mannfólk eru ein vandamikil kokteylur, tá ræður er um sjálvmorð, greiðir Kathrina frá. Og hon vísir á, at menn í slíkari støðu, hava kanska ilt við at práta um trupulleikarnar og hava heldur eingin amboð at koma sær burtur úr einari slíkari kreppu. Teir gerast í roynd og veru tunglyntir og sláa seg til fløskuna, tí teir orka ikki at koma víðari sjálvir.
- Her er tað, at vit eftirlýsa eina skipan í Føroyum, hagar fólk kunnu venda sær og har vissa er fyri, at tey fáa hjálp. Eitt nú um onkur vendir sær til skaðastovuna, so kundu vit hugsað okkum, at vit høvdu eina tilbúgvingarætlan, har øll vita, hvat nú er at gera, sigur Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingur.
Ynskja at fyribyrgja
Og tað er ikki bara í Føroyum at okkum tørvar hjálp til at fyribyrgja sjálvmorð. Eisini í altjóða høpi verður í hesum døgum varpað júst á ta stóru avbjóðingina, sum næstu árini verður at flyta alla vitanina, sum vit hava um sjálvmorð og orsøkir, til munagóðar tilbúgvingarætlanir, verkætlanir og tænastur, sum kunnu minka um talið sjálvmorðum og skaðiligu árinini av sjálvmorðsatferð.
Krepputelefonir, kreppumiðstøðir og internettænastur um allan heim taka hvønn dag ímóti fleiri túsund fólkum, sum hava sjálvsmorðstankar- og ætlanir. Tá fólk venda sær til slíkar tænastur er stórur møguleiki fyri, at viðkomandi fær hjálp og verður vístur víðari í skipanini, ella verður eggjaður til at biðja um hjálp aðrastaðni, eitt nú á sálarsjúkrahúsið.
- Vit hava sett okkum fyri, at satsøkið næsta árið verður fyribyrging, tí vit skulu ikki gloyma, at tað eru 10-20 ferðir fleiri sum royna at taka lívið av sær, enn hjá teimum sum tað eydnast hjá, sigur Kathrina L. Joensen. Og hon vísir á, at sorgin hjá avvarðandi at teimum, sum hava roynt at gera sjálvmorð er heilt serstøk, tí tey eru sjálvsagt skelkað, og bríksla sær sjálvum, at tey ikki fingu forðað sjálvmorðsroyndini.
- Familjan hjá teimum, sum hava roynt sjálvmorð, er ofta óttafull og upptikin av vandanum fyri, at viðkomandi skal gera enn eina roynd at taka seg av døgum, sigur Kathrina L. Joensen. Og hon heldur, at við at seta orð á og at fáa vitan um sjálvmorð, kunnu vit forða nógvum, tí vitan ger, at vit í størri mun eru til reiðar at hjálpa, umframt at fólk, sum umhugsa at taka seg av døgum vita, at onnur vita, og tá er tabu ikki so ógvusligt.
Endurtøka vanlig
Og tað er eisini orsøk til at óttast at fólk endurtaka sjálvmorðsroyndina, tí kanningar vísa, at tað eru teir fyrstu seks til tólv mánaðirnar aftaná eina miseydnaða sjálvmorðsroynd, at vandin er størstur fyri, at viðkomandi endurtekur royndina, og ofta eydnast tað tá.
- So tað hevur alstóran týdning, at vit fáa í lag onkra fyribyrgjandi skipan, hagar fólk kunnu venda sær at fáa hjálp, sigur Kathrina L. Joensen, sum vísir á, at í Norra hava tey góðar royndir við at fylgja sjúklinginum, tá hann er útskrivaður av sjúkrahúsinum.
- Tey, sum hava sálarsjúku eru í væl størri vanda fyri at royna, gera og at hugsa um at gera sjálvmorð, enn aðrir bólkar í samfelagnum. Í roynd og veru er vandin hjá teimum við sálarsjúku 10 ferðir størri enn hjá teimum, sum ikki hava sálarsjúku. Tær sjúkur, sum í størstan mun kunnu hava við sær sjálvmorðsatferð, eru tunglyndi, rúsdrekka- og evnismisnýtsla og skitsofreni, sigur Kathrina L. Joensen, og hon vísir á, at tveir triðingar av teimum, sum doyggja av sjálvmorði hava tunglyndi.
- Hinvegin, so er tað so, at tey allarflestu, sum hava eina sálarsjúku, gera ikki sjálvmorðsroyndir ella taka lívið av sær, sigur hon.
Eru hjá lækna áðrenn
Tí er eisini neyðugt við førleikamenning og eftirútbúgving av læknum, so teir í størri mun eru førir fyri at eyðmerkja, viðgera og at hava eftirlit við eitt nú tunglyndi, og sostatt verða við til at lækka talið av sjálvmorðum. Hetta samstundis sum, at vit vita, at tunglyndi mangan verður undirdiagnostisera og at viðgerðin ofta er ófullkomin, og at nógv av teimum, sum gera av við seg, hava vitjað lækna vikurnar upp undir sjálvmorðið. Læknar skulu sostatt gerast betri til at meta um vandan fyri sjálvmorð og at gera viðgerðartilgongdir, sum inndraga sosiala netverkið hjá sjúklinginum, lokalir stovnar og onnur, sum kunnu hjálpa.
Nógvir vandabólkar
Aðrir faktorar sum spæla inn og gera, at ávísir bólkar eru vandabólkar eru eitt nú lág sosio-økonominsk støða, lítil útbúgving, vánalig sosial kor og ring heilsa.
- Innlit í hesar vandabólkar kann hjálpa okkum at eyðmerkja persónar, sum eru í vandabólkunum, soleiðis at fyribyrgjandi tiltøk kunnu verða sett í verk til teirra, sum treingja mest, sigur Kathrina L. Joensen, sum eisini vísir á, at aðrar tyngjandi orsøkir kunnu vera til, at fólk velja at taka seg av døgum.
- Brotin parløg, at missa ein kæran, ósemjur við familju og vinir, fíggjarligir ella løgfrøðiligir trupulleikar eitt nú á arbeiðsplássinum, ella hendingar, sum fólk skammast um ella kenna seg eyðmýkt av, eru alt faktorar, sum økja um vandan fyri sjálvmorði, og sum vit eiga at gáa eftir, um vit verða varug við eitthvørt illgrunasamt, sigur Kathrina L. Joensen at enda.