Mannfall í Manchester United

United manglar álopssinnað fólk til útidystin ímóti Watford í morgin

Hóast Manchester United ikki veruliga hevur sýnt gott fótbóltsspæl í Premier League í ár, so er sigursvanda felagið kortini við heilt har frammi, har tað er allar stuttligast. United er í løtuni á fjórða plássi, men kortini er ikki meira enn tvey stig upp til oddasessin, sum Manchester City og Arsenal í løtuni deilast um.

 

Í morgin spælir United á útivølli ímóti uppflytarunum úr Watford. Sum uppflytari hevur Watford staðið seg væl í ár, tí at felagið er á einum tryggum 10. plássi, og heili átta stig eru niður til óttafullu niðurflytingarstrikuna. Sum útgangsstøði er Manchester United óivað favorittur í slíkum dysti, men nógvir skaðar gera sítt til, at uppgávan hjá United verður verri enn undir vanligum umstøðum.

 

Sambært sjónvarpsrásini hjá Manchester United, MUTV, so hevur Louis van Gaal váttað, at heili fimm leikarar mangla til dystin í morgin. Teir eru Michael Carrick, Marouane Fellaini, Antonio Valencia, Anthony Martial og liðformaðurin, Wayne Rooney. Serliga rakar tað meint, at bæði Martial og Rooney mangla, tí at einasti upplagdi avloysari til tóma framherjaplássið, James Wilson, eisini er skaddur. 

 

Tískil verður spennandi at síggja, hvør verður framherji hjá Manchester United í morgin. United-viðhaldsfólk kunnu tó ugga seg við, at toppskjúttin hjá felagnum í Premier League, Juan Mata, hóast alt er til dystin fús. Hann hevur skorað fýra mál í ársins útgávu av Premier League.