Kanadisk løgregla jagstrar í dag framvegis tveir mans, sum eru illtonktir fyri at hava dripið tíggju fólk í álopi við knívi í gjár.
Tað upplýsir løgreglan í dagførdum boðum í dag.
Løgreglan hevur sett í verk eina umfatandi jagstran eftir teimum mistonktu, 31 ára gamla Damien Sanderson og 30 ára gamla Myles Sanderson.
Teir eru báðir skuldsettir fyri dráp, upplýsir løgreglan í dag.
Umframt tey 10 dripnu eru 18 fólk særd í álopunum í gjár.
Tað umfatandi álopið við knívi fór fram í einum samfelag, ið verður kallað James Smith Cree Nation í kanadiska landspartinum Saskatchewan.
Í samfelagnum eru umleið 3400 íbúgvar sum eru upprunafólk.
Hundraðtals løgreglufólk eru við í kanningarbeiðinum eftir álopið og til at hjálpa við leitingini. Tað sigur Rhonda Blackomr, løgreglustjóri.
##med2##
– Fólk í Saskatchewan og øll onnur støð skulu vita, at ger tað vit kunnu fyri at finna og handtaka teir seku í hesum sorgarleiki og fyri at syrgja fyri trygd tykkara, sigur Rhonda Blackomer í dag.
Løgreglan fekk fyrstu boðini um, at teir mistonktu eftir álopið vórðu sæddir í landspartahøvuðsstaðnum Regina, sum er góðar 300 kilometrar sunnan fyri Weldon.
– Vit eru sannførd um, at tað er onkur, sum veit, hvar teir eru. Og at onkur er, ið hevur hevur týdningarmiklar upplýsingar. Eg heiti á tykkum um at seta tykkum í samband við løgregluna, sigur Evan Brey, løgreglustjóri í Regina.
##med3##
Kanadisk løgregla hevur ávarað fólk ímóti at seta seg í sambandi við teir mistonktu. Somuleiðis verða fólk ávarað ímóti at taka tumlarar upp í bilar.
Sjálvt um teir mistonktu, Damien Sanderson og Myles Sanderson, hava somu eftirnøvn, so er óvist, um teir eru í familju.
/ritzau/Reuters
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##