Manssterk á val

Tann tvørrandi viljin til at tala sak føroyinga á danatingi hevur verið ein meinbogi í føroyska fullveldisstríðnum.

 

Vegna vantandi støðufesti og sjálvsvirðing hava føroysku fólkatingsrøddirnar ikki viljað sagt tað, sum sjálvsagt er.

Við eini tjóðveldisrødd á fólkatingi fáa føroyingar vissu fyri, at vend kemur í. Tjóðveldisrøddin fer at tala greitt fyri føroyska sjálvstýriskravinum. Og hon fer at tala sakliga og siðiliga.

Føroyska tjóðin kemur ikki úr stað, um Føroyar og Danmark ikki fara at samstarva á jøvnum føti. Føroyskur politikkur hevur í 100 ár verið ein endaleysur innanhýsis bardagi, sum ongan veg hevur ført. Vit harmast øll um, at so illa skal bera til at hava felags stev.

Men hetta kann broytast, um Føroyar gerast sjálvstøðugar. Tá hvørvur køvandi klandrið um danska harradømið og donsku pengarnar í Føroyum. Tá verður høvuðsendamálið við føroyskum politikki framburður og vælferð øllum føroyingum at gagni. Hetta er eitt sjálvsagt og virðiligt mál.

Valið týsdagin er tí einfalt. Ein fræls tjóðveldisrødd má veljast á fólkating. Alt dupultspæl má halda uppat. Øll uppílegging í danskan politikk má steðga. Sosialdemokratiskur vinskapur og konservativ hálsfevning á fólkatingi tæna okkum ikki .

Bara ein flokkur er trygdin fyri, at røttu orðini verða søgd á røttum stað, og at ikki verður vikið frá sjálvsøgdum krøvum og rættindum. Tað er tjóðveldisflokkurin.

Farið tí manssterk á val týsdagin og setið X við Lista E.