Páll Mohr Joensen og Emil Nolsøe Leifsson
Maradona var bert átta ára gamal, tá ið venjarin hjá Cebollites tók hann inn á liðið hjá sær. Maradona var so góður, at høvrja ferð hann spældi dyst, komu fleiri hundrað fólk og hugdu at hesum talentfulla dreingi.
Cebollites tapti ongan dyst í trý ár ? í 145 dystir!
Tá ið Maradona var 16 ára gamal varð ahnn keyptur av Argentina Junioers, og har spældi hann í nógv ár. Síðan fór hann til eurkopa til FC Barcelona, har hann var í tvey ár. Síðan gekk leiðin til Napoli, men hann fór ikki heilt bíliga, hann setti met við at bliva dýrasti spælari í heiminum.
Maradona var eisini við í argentinska landsliðshópinum. Hann var fyrstu ferð við í HM endaspælinum í 1978. men slapp ongantíð at spæla við, tí venjarin helt hann var í so ungur. Men hann slapp tó at spæla við í HM í 1982, men tað gekk ikki so væl hjá honum, tí at teir taptu móti Brasilia, og hann fekk reytt kort. Hann var eisini við í HM í 1986 ? og tá gekk frægari, tí tá gjørdust teir heimsmeistarar. Teir vunnu móti Onglandi í fjórðingsfinaluni 2-0, og hann skorðaði bæði málini.
Men Maradona brúkti hondinia til tað fyrra málið. Hann slapp kortini væl frá hesum, tí dómarin sá tað ikki, men seinna málið er eitt av bestu málum í nakrantíð er skotið, so hann skorðar ikki bara upp á snít. Síðani spældu teir móti Belgia og vunnu. So komu teir í finaluna, og tað var ein sera spennandi dystur, men teir vunnu 3-2 móti Týsklandi.
Enn einaferð var Maradona við í einum HM-endaspæli ? nú í 1990.
Hesa ferð gekk tað eisini stak væl hjá Maradona & Co. Teir komu eisini í finaluna og eisini móti Týsklandi, men hesaferð taptu teir, og tveir leikarar hjá Argentina fingu reyða kortið, so tað var lítið hjá Argentina at gera, teir taptu 1-0.
Fyri fimtu og síðstu ferð var Diego Armando Maradona at síggja við Argentinska landsliðinum undir HM.
Hesa ferð var tað í 1994. Alt gekk væl í fyrstuni, men so fann FIFA út av, at hann nýtti narkotisk evni, og so gekk túrurin niður eftir fyri Maradona, hann varð blakaður úr kappingini. Og sama veg fór Argentina.