Marathon
Frá fyrireikarunum verður sagt, tiltakið er fyri øll - ung sum eldri, tí umframt fulla teinin upp á 42,2 km verður eisini runnið hálvt maraton og ein sokallað stuttleikarenning upp á 5,8 km. Stuttleikarenningin hjá børnum er 3 km.
Øll byrja í senn og renna fyrst ein rundtúr í býnum upp á 5,8 km ? børnini kortini 3 km ? og síðani koma stuttleikarennararnir í mál. Maratonfólkið rennur nú út úr Havnini ? til Kaldbaks og aftur. Tey, sum renna hálvmaraton, venda eitt sindur innan fyri Sandvíkahjalla og hava upp á seg tyngstu rutuna, tí tungu brekkurnar um Hvítanesleiðina skulu rennast við stuttum millumbili á út- og heimferðini.
Cecil Weihe úr Havn er einasti luttakari yvirhøvur, sum hevur runnið henda maratonteinin undir tríggjar tímar ? og enntá tvær ferðir. Fyrraárið var tíðin hjá honum 02:55:54, og í fjør var hon 02:49:06.
Rigmor N. Arge og Soleyð í Eyðansstovu runnu báðar maratonteinin undir 4 tímar í fjør. Tíðin hjá Rigmor var 03:19:29, og hjá Soleyð var hon 03:57:23.
Cecil og Rigmor skulu luttaka á oyggjaleikum í Hetlandi í summar. Umframt at bæði skulu renna hálvmaraton, skal Rigmor eisini renna 10.000 metrar. Cecil luttók í Copenhagen Marthon 22. mai í ár og setti persónligt met við tíðini 02:43:05. Vegna oyggjaleikir verður Rigmor ikki við í Tórshavn Marathon í summar, meðan Cecil kemur, um tað yvirhøvur letur seg gera.
Umframt at fólk frá nær og fjar eru farin at tekna seg á www.torshavnmarathon.com, hava fleiri íslendingar boða frá, at teir eisini koma.
Fakta
Luttakaratal 20032004
Maraton: 27 menn og 3 kvinnur. 33 menn og 3 kvinnur
Hálvmaraton: 20 menn og 6 kvinnur. 22 menn og 7 kvinnur
5, 8 km: 27 menn og 21 kvinnur34 menn og 29 kvinnur
3, 0 km børn:39 dreingir og 34 gentur32 dreingir og 25 gentur