Marc Jacobs design í Norðurlandahúsinum

Seinnapartin læt bindiframsýning upp í Norðurlandahúsinum við sniðgevum frá Kolding Designskole. Ein av sniðgevunum hevur selt síni snið til heimskenda Marc Jacobs DK:KNIT - Nýhugsan innan binding er heitið á bindiframsýningini, sum í dag klokkan 17.00 læt upp í Norðurlandahúsinum. Tað er Designskolen i Kolding, ið hevur tikið stig til og hevur húsað framsýningini í Danmark seinastu tveir mánaðirnar, og nú verður so høvi at síggja framsýningina í Føroyum. Teir sniðgevar, ið eru umboðaðir á framsýningini eru fyrrverandi næmingar á skúlanum ella hava eitthvørt annað tilknýti til skúlan.

Í Føroyum er stórur áhugi fyri at binda og gera nýggj snið og mynstur úr teim meira siðbundnu troyggjunum. Men fleiri av teim lutum, ið verða sýndir fram á hesi framsýningini fara eitt fet víðari í menningini innan binding og bróta heilt upp úr nýggjum, bæði í mun til snið og mynstur. Ein hin mest kendi danski sniðgevin innan binding er Iben Høj, og er hon eisini umboðað á framsýningini. Hon hevur starvast hjá altjóða sniðgevum so sum Donna Karan og Marni, og hevur harumframt megnað at selt síni snið til Marc Jacobs og Calvin Klein.

Føroyar eru eisini umboðaðar á framsýningini á ymiskan hátt. Føroyski sniðgevin Katrina í Geil hevur útbúgving frá Designskolen i Kolding og er ein av teim 11 sniðgevunum, ið eru við á framsýningini. Hartil hevur ein onnur, Dorte Merete Lykke Jensen, føroyska ommu í faðirætt, og sigur seg hava fingið áhuga fyri binding haðani.

Framsýningin er at síggja í Norðurlandahúsinum í tíðarskeiðnum 6. mars til 14. apríl og tað er Helene Jensen, ið dagliga starvast á Designskolen i Kolding, sum er kurator á framsýningini.