Margit Rasmussen 70 ár

10. juli verður Margit Rasmussen á Strondum 70 ár.

Mamma er ættað úr Norðragøtu. Foreldur hennara vóru Frida f. Jacobsen, ættað úr Vestmanna, og Anton Bernhard (Benni) Hansen úr  Norðragøtu.
Mamma vaks upp í Norðragøtu, men longu sum 14 ára gomul fór hon út at tæna. Um hetta mundi misti hon eisini faðir sín av vanlukku umborð á Trónda í Gøtu.
Tey vóru sjey syskin, har mamma var elst. Av teimum eru øll á lívi, uttan Odda (Oddfríða Weihe), sum doyði í 1985 av sjúku, 48 ára gomul.
Mamma tænti fyrst í Klaksvíkog síðan í Vestmanna. Eftir hetta fór hon til Havnar at arbeiða á Sjómansheiminum. Har hitti hon pápa okkara, John Rasmussen, sum tá var í læru hjá Asbjørn Skarðhamar í Havn sum elektrikkari. Tey giftust 30.maj 1955.
Tey fingu fýra børn, Anton, (f. 1954), Andras, (f. 1958), Jónfríð (f. 1961) og Marjun (f. 1968). Anton doyði í 1988, 34 ára gamal av sjúku.
Ommubørnini vóru átta í tali. Elsta ommubarnið, John (sonur Andras og Marin) doyði í 1997 15 ára gamal av sjúku. Haraftrat so eigur hon eisini eitt langommubarn.
1. okt 1965 byrjaði pápi egið virksemi. Mamma tók sær av handlinum og skrivstovuni, og tað ger hon enn tann dag í dag.
Sjálvt um tú, mamma, hevur havt nógvar tungar løtur í tínum lívi, so ert tú altíð positiv og løtt í sinni. Altíð so blíð og glað at koma inn til. Veitst tú, at vit eru á veg út á Strendur, fer mixarin í sving, og bollarnir verða bakaðir, og  vaflur og pannikøkur eisini.
Tað er  altíð deiligt og hugnaligt at koma á vitjan . Vit vilja siga tær tillukku á føðingardegnum, takk fyri alt tú hevur verið og ert fyri okkum. Vit ynskja tær framhaldandi nógv góð ár.
Heilsan Andras, Jónfríð og Marjun við fam.