Fýra av ommubørnum hjá Margretu drotning sleppa ikki longur at nýta titlarnar prinsessa og prinsur. Tað eru børnini hjá Joakim. Tað hevur drotningin gjørt av. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Margreta tekur prinsa- og prinsessuheiti frá børnum Joakims

Stríð er í danska kongshúsinum um prinsa- og prinsessuheitini hjá børnunum hjá Joakim prinsi, sum ikki longur kunnu kalla seg prinsar og prinsessur.

 

Fýra av ommubørnum hjá Margretu drotning sleppa ikki longur at nýta titlarnar prinsessa og prinsur. Tað eru børnini hjá Joakim. Tað hevur drotningin gjørt av. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Alexandra greivinda sigur við danska blaðið BT, at børn hennara kenna seg útihýst av Margretu drotning.

Frá 1. januar í 2023 sleppa børnini hjá Joakim prinsi ikki longur at kalla seg prinsar og prinsessur.

Tað hevur Margreta drotning gjørt av. Tað upplýsir kongshúsi í tíðindaskrivi.

Tey fýra kongaligu ommubørnini kunnu tó framvegis nýta síni aðalsheiti sum greivar og komtessur av Monpezat.

– Eftirkomarar hjá Joakim prinsi skulu tí framyvir tiltalast sum excelencer. Avgerðin hjá drotningini er í tráð við líknandi tillagingar, sum onnur kongshús á ymsan hátt hava gjørt seinastu árini, skrivar kongshúsið í tíðindaskrivinum.

Ætlanin hjá drotningini er sambært kongshúsinum at geva ommubørnunum frælsari karmar til at skapa sína egnu tilveru »uttan at vera avmarkað av serligum atlitum og skyldum, sum eitt formlig tilknýti til kongshúsið sum stovn hevur við sær«.

Tað snýr seg um børnini Nikolai, sum er 23 ár og Felix, sum er 20 ár, sum Joakim eigur saman við Alexandru greivindu, eins og 13 ára gamla Henrik og 10 ára gomlu Athenu, sum hann eigur saman við Mariu prinsessu.

Sjálvt um tey fýra kongalligu ommubørnini missa heitini, varðveita tey kortini plássið í arvafylgjuni, upplýsir kongshúsið.

Men tað er kortini ein avgerð, sum sambært BT kemur óvart á foreldrini hjá ommubørnunum, Joakim prins, Mariu prinsessu og Alexandru, greivindu.

– Vit skilja als ikki avgerðina. Vit harmast og eru sjokkerað. Tað kemur sum snarljós av klárum himli. Børnini kenna seg útihýst. Tey skilja ikki, hví samleikin verður tikin frá teimum, sigur Alexandra við BT vegna seg sjálva, Joakim prins og Mariu prinsessu.

Parið býr saman við børnunum, Heinriki prinsi og Athenu prinsessu í París.

Kongshúsið kallar avgerðina um at taka teir fýra kongaligu titlarnar fyri eina nátúrliga eftir avgerðina í 2016. Tá varð boðað frá, at Christian prinsur sum einastav av ommubørnunum hjá drotningini, fer at fáa apanasju – ein árligan fíggjarligan stuðul, sum  staturin gevur kongaligum fólkum.

Christian prinsur er elsta barnið hjá Fríðriki krúnprinsi og Mary krúnprinsessu. Hann er 15 ár og nummar tvey í arvafylgjuni til donsku trónuna. Pápi hansara er tann fyrsti at arva trónuna eftir Margretu drotning.

Yngru systkini hjá Christian prinsi eru nummar trý, fýra og fimm í arvafylgjuni. Síðani kemur Joakim prinsur og síðani børn hansara.

/ritzau/

 

Fýra av ommubørnum hjá Margretu drotning sleppa ikki longur at nýta titlarnar prinsessa og prinsur. Tað eru børnini hjá Joakim. Tað hevur drotningin gjørt av. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix