Margretha í Afghanistan

Fyri fyrstu ferð hevur Margretha drotning verið og vitjað teir donsku hermenninar í Afghanistan. Hon var har í gjár saman við verjumálaráðharranum, Gitte Lillelund Bech, og sambært fjølmiðlunum er hetta fyrstu ferð, at drotningin hevur verið við eitt hermót og vitjað danskar hermenn.

Drotningin og verjumálaráðharrin vitjaðu á herstøðunum Patrol Baseline, Camp Price og Camp Bastion í Helmand-landspartinum, og frotningin nýtti høvi at tosa við hermenninar.

Margretha drotning sigur við heimasíðuna hjá verjumálaráðnum, at hon er fegin um, at teir donsku hermenninir fáa rós fyri arbeiðið í Afghanistan, og at hon er bæði hugtikin og stolt av avrikum teirra.

Fríðrikur krúnprinsur hevur vitjað hermenninar í Afghanistan, og sambært verjuleiðsluni var tann hann, sum mælti drotningini til at fara hagar.