Margretha vann 75.000 krónur í kvøld

Margretha Egholm Jacobsen, sum slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld, steðgaði eftir fyrstu royndina, men tá hevði hon eisini ognað sær ein góðan vinning.

 

Tað var Margretha Egholm Jacobsen, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld. Hon ringdi av Toftum, har hon, børn, beiggi og mamman vóru, segði hon.

Høvuðsvinningurin var á 1,3 miljónir krónur, og Margretha Egholm Jacobsen valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 450.000 krónum í hvørjum leypi. 

Í fyrsta og einasta drátti í kvøld steðgaði gekka-hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við fimm gav henni 75.000 krónur. Hon ivaðist eina lítla løtu - og valdi at steðga.

- Eg haldi, eg steðgi. Hetta er nógvur peningur. Tað veit Guð, segði ein fegin Margretha Egholm Jacobsen og takkaði fyri góða vinningin.

Næsta fríggjakvøld verður høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum á 1,4 miljónir krónur.