Maria bjóðar heimablídni

- Hugskotið kom ein dagin, tá vit í eini sending hoyrdu um heimablídni, sigur Maria í Skorini, sum eisini hevur bjóðað ókeypis kaffi og køkur til jólar.

 

Í nøkur ár hevur Maria í Skorini á Eiði bjóðað tað, tey rópa heimablídni í húsunum, sum hon og maðurin, Sámal í Skorini, búgva í. Hon hevur havt opið frá 1. juni, og til skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina, og vanliga hevur verið opið í tímunum frá umleið klokkan 11 á morgni til klokkan 18 seinnapartar.

 

Á matarskránni hevur verið kaffi, te og køkur. Tey hava ikki gjørt so nógv burtur úr hesum, men hava sett eitt skelti við enskum teksti út í tún, tá tað hevur verið opið. Tingini hava annars ikki verið serliga formell, og soleiðis hevur Maria í Skorini higartil valt, at tað skal vera.

 

Hin størri helmingurin av fólki, sum hevur verið á gátt á Eiði, eru útlendingar, men tey hava eisini havt vitjan av nógvum føroyingum. Um hugskotið, sigur Maria í Skorini, at tað kom ein dagin, tá hon var á veg heim úr arbeiði.

 

- Tá hoyrdi eg um heimablídni. Sama dag kemur onnur dóttirin hjá okkum, sum hevði hoyrt somu sending og spyr, um vit ikki skulu fara at gera hetta. Í sendingini ljóðaði tað, sum um krøvini til slíka kafé ikki eru so stór, og tú kanst gera matin sjálv.

 

Maria í Skorini sigur, at í summar hava hon og dóttirin, sum býr á Eiði, tikið sær av kafé’ini.

 

Í jólamánaðinum í fjør bjóðaði Maria í Skorini eisini inn á gólvið seinnapartar til ókeypis kaffi og køkur, og millum tey vitjandi vóru eisini barnagarðar og eldrasambýli.

 

- Eg gangi heima kortini, og eg helt, at tað hevði verið hugnaligt at latið fólk, sum høvdu hug til tess, havt henda møguleika. Tað er deiligt at práta við fólk, og tað nýtist ikki at kennast bundisligt, tá tú avger sjálv, nær opið er, sigur Maria í Skorini.