María Corina Mach­ado í Vene­zu­ela fekk frið­ar­heið­urs­løn Nobels

Norska Nobel-nevndin hevur júst avdúka at María Corina Machado úr Venezuela fær friðarheiðursløn Nobels.

 

Tað var formaðurin í norsku Nobelnevndini, Jørgen Watne Frydnes, sum fyri løtu síðani boðaði frá avgerðini.

 

– Góðan morgun. Friðarheiðurslønin Nobels í 2025 fer til eina kvinnu, sum heldur fólkaræðislogan brennandi í eini tíð við myrkri, segði hann, tá hann byrjaði røðu sína.

 

Hon fær virðislønina fyri sítt "arbeiði at fremja demokratisk rættindi hjá fólkinum í Venezuela", stendur í fráboðanini hjá nevndini.