Maria sleipaði bát inn um Molan

Sleipibáturin hjá Faroe Agency hjálpti smábáti, ið var uppsteðgaður.

MRCC-støðin fekk í gjár eina fráboðan um, at ein bátur hevði tørv á hjálp. Talan var um ein bát, ið var uppsteðgaður einar 50 metrar uttanfyri Molan í Havn.


Neyðugt var ikki at senda boð eftir manningini umborð á Rescue Lív, tí sleiparin hjá Faroe Agency, Maria, lá um hetta mundi nærhendis uppsteðgaða bátin.


Tískil rópti MRCC-støðin á Mariu umvegis Tórshavnar radio, og heitti á teir, um at sleipa fiskibátin inn við sær. Skiparin játtaði og sleipaði Maria harvið uppsteðgaða bátin inn á Havnina.