Maria vann á Maritu í bestu donsku hondbóltsdeildini

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg vunnu á heimavølli

Trý føroyingalið vóru í dag í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum. Harímillum var ein føroyingauppgerð.

 

Í høllini í Ølstykke eydnaðist tað Mariu P. Nólsoy og liðfeløgunum í Horsens at vinna 31-29 á Maritu Mortensen og hennara liðfeløgum í HØJ. Í steðginum var HØJ á odda 13-12.

 

Marita skoraði trý mál og legði upp til eitt mál (assist). Hjá Mariu lá tað væl fyri. Maria skoraði fimm mál, legði upp til fimm mál, og hon vann liðnum eitt brotskast. Sambært hagtølunum var Maria næstmest effektivi leikarin hjá Horsens.

 

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg vunnu á heimavølli 25-21 á Nykøbing Falster. Í steðginum var Viborg frammanfyri við trimum málum, 13-10.

 

Jana skoraði fýra mál, legði upp til fýra mál, og hon vann liðnum eitt brotskast.

 

Nú fara Jana, Maria og Marita at ferðast heim til Føroya. Mikukvøldið klokkan 19 er EM-undankappingardystur móti Portugal á skránni í høllini við Tjarnir.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirStig
1Odense 2038
2Team Esbjerg1937
3Nykøbing Falster2030
4Ikast 2030
5Viborg2026
6Keypmannahavn2022
7Sønderjyske2017
8Horsens2016
9Silkeborg-Voel2013
10EH Aalborg2012
11HØJ2012
12Ringkøbing199
13Skanderborg199
14Bjerringbro195